Ferðavinnan á breddan í Útnorðurráðnum

Útnorðurráðið, ið er politiska samstarvið millum Íslands, Føroyar og Grønland, er í hesum døgum savnað til ráðstevnu í grønlendska býnum Ilulissat. Temaið fyri ráðstevnuna hesaferð er burðardygg ferðavinna í útnorðri.


Sjálv ráðstevnan bleiv sett klokkan tíggju í morgun, men longu í gjár vóru limalondini savnaði til ein eyka ársaðalfund í samband við eygleiðarastøðuna hjá Útnorðurráðnum í Arktiska Ráðnum.


Kári P. Højgaard, formaður í Útnorðurráðnum, greiddi í tíðindunum í Rás 2 frá um ráðstevnuna og um eyka ársaðalfundin.


Til ber at hoyra alla samrøðuna við Kári P. Højgaard við at trýsta á pílin undir myndini.