- Føroyska ferðavinnan veksur seint í veruleikanum, men skjótt og nógv í hugaheiminum hjá føroyingum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Í gjár skrivaðu vit á in.fo um listan hjá miðlinum Forbes, har Føroyar eru nevndar sum ein av 15 kulastu ferðamálunum í 2018. Hetta er bert seinasta greinin í einari røð, har Føroyar eru nevndar sum áhugaverdar fyri ferðafólk.
Les eisini: Ferðavinnan: Føroyar á Forbes "kul" lista
Men hóast tað kann tykjast fyri føroyingar sum, at ferðavinnan er í stórum vøkstri og skjótt kann gerast ein ov stór avbjóðing á ymiskum økjum, so er tað kortini mest í okkara egna hugaheimi, at tað er so. Tað vísir stjórin í Visit Faroe Islands á.
– Ferðavinnan veksur áleið 10 prosent á hvørjum ári. Í Íslandi, sum vit mangan sammeta okkum við, veksur ferðavinnan munandi meira hvørt ár. Tí er tað í veruleikanum høpisleyst at samanbera okkum við Ísland, sigur Guðrið Højgaard, sum kortini ikki hevur endaligu tølini fyri 2017.
Hon vísir á, at hóast tað kann tykjast fyri føroyingar sum, at altjóða umrøðan er vaksin seinastu tíðina við innslagið í CBS sjónvarpssending og somuleiðis við listanum hjá Forbes, so er hetta bert ein sera lítil partur av tí altjóða umrøðu, sum Føroyar fáa, men sum føroyingar ikki kenna so nógv til.
– Tað gongur væl í ferðavinnuni á tann hátt, at nøgdsemi hjá ferðafólki, sum hava verið í Føroyum, liggur á heili 90 prosentum. Í fleiri ár hava vit miðvíst bjóðað útvaldum miðlafólki til Føroya, og tað er hetta arbeiðið, sum kann geva avkast við til dømis, at Føroyar enda á listum hjá kendum miðlum. Men tað er ógvuliga skjótt, at vit ikki longur eru kul, sigur Guðrið Højgaard og vísir á, at Føroyar eru í harðari kapping.
– New York Times høvdu fyri nøkrum árum síðani Føroyar á listanum yvir næsta stóra skandinaviska ferðamálið. Hetta er ein listi, sum vit hava hoyrt mong ferðafólk nevna sum orsøk til, at tey eru komin hendan vegin. Men tað er eingin ivi um, at vit eru í harðari kapping við onnur lond kring okkum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.