Tað vil Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita. Hann hevur tí sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið.
Løgtingsmaðurin spyr soleiðis:
1. Nær kann væntast at frætta um bótina til alifyritøkuna Bakkafrost?
2. Hví er málið ikki avgreitt?
3. Tá bótin verður goldin, fer hon so í landskassan ella danska statskassan?
Í viðmerking til fyrispurningin spyr Bjarni Hammer, hvar rokningin hjá Bakkafrost endaði.
Hann vísir á, at tað var í desember í 2021, at Kringvarpið visti at siga, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði latið fútanum mál um at áseta revsing og bót á 67 mió. kr. móti alifyritøkuni Bakkafrost.
– Síðani tykist einki vera hent í hesum álvarsliga máli.
– Í sjónvarpsinnslagnum var stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni annars ivaleysur. Bakkafrost hevði afturvendandi brotið flutnings- og rakstrarkunngerðina og átti at fáa hóskandi revsing. Eisini fútin helt málið verða so álvarsligt og av so stórum samfelagsligum áhuga, at hann ringdi til
løgmansstjóran og “kunnaði” um málið.
– Nú løgmaður í farnu viku kundi boða frá, at arbeitt verður við at fáa bøtur, sum í dag enda í danska statskassanum, í landskassan, so reisir spurningurin seg aftur um bótina, sum Bakkafrost skuldi gjalda, vísir Bjarni Hammer á.
– Hvar liggur málið? Hví er ikki meira hent í málinum? Hvar endar bótin - í landskassanum ella í
danska statskassanum?
Landsstýrismaðurin hevur tvær vikur at svara spurninginum.