Ferðavinnan er nú tað triðja beinið - til gagns fyri øll

Í 2018 vóru áleið 650 ársverk í ferðavinnuni, og tað legðist skjótt afturat. Tvey nýggj hotel vóru í gerð, umframt at onnur bygdu út. Væntanin var tá, at 1000 arbeiðispláss vóru í ferðavinnuni innan stutta tíð, um vit bóru okkum rætt at.

 

 

 

Well, tað gjørdu vit - ferðavinnan hevur verið í støðugum vøkstri. Nógvar íløgur eru gjørdar, og sjálvt um vit innan ferðavinnu høvdu eitt rekord ár í 2019 og síðani máttu niður við nakkanum grundað koronu í nærum 2 ár, so sær tað út til at 2022 fer at liggja tætt uppat 2019 - hettar er onki minni enn fantastiskt!

 

 

 

Úflutningsvirðið í ferðavinnuni var í 2019 heilar 784 mió, og sambært Hagstovuni stendur sera vælfungerandi handilsflotin fyri 44% av okkara tænastuútflutningi við einum útflutningsvirðið á 882 mió. kr. Tað setur tingini í perspektiv, ikki sannheit?

 

 

 

Hesi tøl vísa greitt, hvussu stórt virði ferðavinnan hevur - og ikki at gloyma, (eitt sjarmerandi innskot í hesi grein) at ferðavinnan er ein vinna, har nógvar kvinnur ynskja at arbeiða og minst 70% av starvsfólkunum eru kvinnur.  Tað hevur verið ein minniluti av kvinnum í Føroyum seinastu árini, men nú vísir tað seg at kvinnur, sum hava búleikast uttanlands, venda heim aftur nettupp tí at størvini, sum teimum dáma, eru at fáa í heimlandinum - bæði innan almenna og privata sektorin.

 

 

 

Skal ferðavinnan framhaldandi  vera burðardygg, so mugu vit dagføra lóggávuverkið, soleiðis at tað hóskar nútíðini til, samstundis sum vit gera reglur og lógir, ið taka atlit til fólk á staðnum – tey, ið eiga og umsita jørðina í dag. Tað er av al stórum týdningi, at vit fara væl um okkara náttúru, ið er tilfeingið hjá okkum øllum, sum búgva her í landinum.

 

 

 

Ferðavinnan hevur eisini ein annan fyrimun fram um aðrar vinnur, tí hon er ikki beinleiðis tengd at okkara vanliga tilfeingi, sum eitt nú alivinnan og fiskivinnan.  Áleið 7% av okkara útflutningsvirði kemur í dag frá ferðavinnuni, og um vit framhaldandi klára at vaksa og vit samstundis megna at gera greiðar lógir og reglur á økinum, so hava øll vunnið.

 

 

 

Eg vil arbeiða fyri at vit fáa hesi ting avgreidd sum skjótast - so vit øll kunnu gleðast um ferðavinnuna.

 

 

 

Eyðdis Hartmann Niclasen,

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið