Tað hevur verið nógvur útrykingur at koyra til og úr Havnini í kvøld, eftir eitt ferðsluóhapp í Vágatunlinum, har ein bilur rendi inn í veggin.
Fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.
Á politistøðini hava tey úr at gera og hava ikki stundir at svara fjølmiðlunum enn. Men tað verður meira at frætta seinni.
Ferðslan varð stegðað, og tað vóru langar køir.