Fleiri føroysk virkir arbeiða við at góðska fisk. Flestu teirra keypa frystan fisk, sum tey síðani skera og arbeiða víðari til saltfisk, sum síðani í størstan mun verður seldur til Spania,
Italia og Portugal.
Her er talan um eina rættuliga langa tilgongd.
Fyrst skal fiskurin keypast – annaðhvørt frá føroyskum skipum, sym frysta umborð ella úr útlondum, fyrst og fremst Noregi – síðani skal hann virkast á føroysku virkjunum.
Øll tilgongdin tekur fleiri mánaðir og verður fiskurin so ikki seldur beinanvegin, so má hannliggja á goymslu, til fólk í Suðurevropa aftur fara at eta saltfisk.
Tástani koma pengarnir inn fyri vøruna, sumvirkini hava goldið langt frammanundan.
-Vit vita væl, at hetta er ein stór avbjóðing hjá føroysku virkjunum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
-Vit hava eisini havt spurningin uppi at venda fleiri ferðir í politisku skipanini, nmen enn hava vit ikki funnið eina loysn, men vit arbeiða víðari við málinum. Talan er um at
fáa gjørt eina skipan, so virkini kunnu fáainnflutnings- og útflutningskreditt, sigur lands-stýrismaðurin.
Fleiri uppskot hava verið á borðinum millum vinnuna og fiskimálaráðið, men enn er onki avtí komið á mál.
Í veruleikanum snýr tað seg um, at pen- ingurin verður læntur virkjunum og so hevur lánveitarin pant í fiskinum, sum so verður inn- loyst, tá ið fiskurin er seldur.
Hetta virkar gjøgnum alla skipanina, tí tá ið fiskurin verður keyptur frá føroyskum skipum, so má hann eisini keypast gjaldast beinan-
vegin, tí reiðarin skal gjalda hýrur og aðrar útreiðslur so skjótt fiskurin er latin einum keypara.
Í onkrum av uppskotunum hevur verið nevnt, at Realurin kundi veitt hesar kredittir og pengatangin hjá ALS er eisini nevndur, men longur er málið ikki komið.
-Vit vita, at hetta er átrðkandi og kundi gjørtvirðisøkingina í Føroyum munandi størri, men vit hava ikki funnið leistin enn, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.