Høvuðsleiklutirnar í »Titanic«-filminum frá 1997 høvdu Leonardo DiCaprio og Kate Winslet. - Foto: Unknown/Ritzau Scanpix

Filmsfjeppari ætlar at seta met í Titanic-filmum

Ein maður í Florida í USA dámar so væl filmin »Titanic«, at hann hevur sett sær fyri at fáa eitt savn við einari millión VHS-videobondum við biograffilminum frá 1997.

 

Høvuðsleiklutirnar í »Titanic«-filminum frá 1997 høvdu Leonardo DiCaprio og Kate Winslet. - Foto: Unknown/Ritzau Scanpix

– Titanic er best á VHS, sigur maðurin um videoformatið, sum langt síðani er útgingið.

Hann hevur sína egnu kanal á YouTube, sum snýr seg um »Titanic«-filmin, veit sjónvarpsstøðin WFTS at siga.

– Eg sovni, meðan eg hugsi um »Titanic«, og tá eg vakni, hugsi eg um »Titanic«, sigur savnarin, sum verður kallaður JD - sum forstavirnir hjá Jack Dawson, høvuðspersóninum í »Titanic«.

Fyribils hevur JD savnað 2.467 av teimum gomlu videobondunum, »so vit nærkast einari millión«, sum hann sigur.

Jo fleiri fólk, ið síggja YouTube-video hjá honum og vilja hjálpa honum at seta »ósøkkandi« metið í at eiga flestar »Titanic«-filmar á VHS, jú meira veksur savnið.

 

##med2##

Hvønn dag fær hann fleiri filmar í postkassan, sum fólk úr øllum heiminum senda honum.

/ritzau/

 

 

Høvuðsleiklutirnar í »Titanic«-filminum frá 1997 høvdu Leonardo DiCaprio og Kate Winslet. - Foto: Unknown/Ritzau Scanpix