Í tíðindunum í morgun visti Kringvarpið at siga, at fimm menn eru í uppskoti til at blíva føroyskur manslandsliðsvenjari í fótbólti. Kringvarpið skrivar, at umsitingin í fótbóltssambandinum hevur havt fólk til samrøðu, og tilmæli er nú sent starvsnevndini við fimm nøvnum.
Starvsnevndin eigur evstu avgerðina, og hon verður, sum skilst, tikin í næstu viku, verður lagt afturat. Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, hevur longu boðað frá, at Eyðun Klakstein er eitt boð, eftir at hann og Atli Gregersen tóku við í tveir dystir eftir Håkani Ericson í novembur.
Bolt.fo hevur síðani funnið fram til, at norski Leif Gunnar Smærud og danski Jakob Michelsen eru tveir av venjarunum, sum eru upp á tal. Føroyska manslandsliðið skal spæla móti Kekkia 22. mars.