Sea Shepherd fer at broyta taktikk í Føroyum. Tað skulu ikki longur vera aggressivar kampanjur, ið elva til splid og ósemjur – í staðin ætlar felagsskapurin at samstarva við føroyskar grindaaktivistar og fokusera meira upp á at byggja brýr.
Hesum boðaði Valentina Crast, sum er leiðari fyri Føroya-kampanjurnar hjá Sea Shepherd Global frá í dag.
Boðini eru ikki fallin í góða jørð hjá Paul Watson. Paul Watson, sum stovnaði Sea Shepherd í 1977, men sum í 2022 bleiv blakaður úr fleiri deildum hjá felagsskapinum.
ÁFacebookskrivar hann soleiðis:
– Valentina Crast hevur ongan rætt at tosa mína vegna, ella vegna Sea Shepherd France, Sea Shepherd Brazil ella Captain Paul Watson Foundation U.K. (red.: deildir, sum Paul Watson enn er partur av).
– Hon umboðar tey ómannsligu og følsku uppreistrarfólkini frá Sea Shepherd Global.
Paul Watson heldur altso sera lítið um, at Sea Shepherd Global hevur broytt taktikk. Hann heldur, at tey eru blivin for mild og kompromissøkjandi, og leggur dent á, at hetta ikki er galdandi fyri allar Sea Shepherd deildirnar.
Paul Watson sigur, at hann saman við Sea Shepherd France og Sea Shepherd Brazil enn fer at stríðast víðari við sama taktikki fyri at verja grindahvalirnar.
Valentina: – Eingin forðar Paul í at blíva við
Valentina Crast sjálv hevur ikki stórvegis meining um tað, sum hann hevur skrivað um hana.
– Mítt arbeiði fyri djórini hevur ongantíð verið tengt av, hvat onkur úttalar um meg. Tað snýr seg ikki um meg, sigur hon við in.fo.
– Kanska hann skrivar hatta fyri at undirminera mín boðskap og skapa eitt sindur av forvirring í føroysku miðlunum?
Eru tit blivin óvinir?
– Vit kenna ikki hvønn annan, so vit kunnu ikki roknast sum óvinir, sigur hon.
– Mín leiklutur í Sea Shepherd hevur ongantíð verið tengdur at einari relatión til Paul Watson.
Valentina Crast vísir víðari á skrivið, sum hon legði út vegna Sea Shepherd Global í dag, har tey boðaðu frá broytta taktikkinum.
– Eg havi greitt frá strategisku ætlanunum hjá Sea Shepherd fyri okkara arbeiði í Føroyum og um teir tankar, ið liggja aftanfyri hesa avgerð, tí tað er mín ábyrgd og mítt arbeiði.
– Tað hevur verið týdningarmikið fyri meg sum leiðara av innsatsinum hjá Sea Shepherd í Føroyum at gera greitt, at okkara arbeiði fyri at tryggja vernd av grindahvalum og springarum ikki skal blíva til ein destruktivan bardaga ímóti nøkrum. Hinvegin skal tað vera í samstarvi við teir føroysku einstaklingarnar, ið ynskja at taka lut í hesum arbeiði.
– Og tað havi eg gjørt. Eftir mong ár við stríði, ið einki hava loyst, kennist tað rætt at raðfesta samstarv og virðing, sigur Valentina Crast.
– Síðan eg fyrstu ferð kom til Føroya í 2014, var tað mín vón, at vit kundu síggja møguleikarnar í felagsskapinum heldur enn fíggindaskapi, og eg eri sera fegin um, at møguleikin er til staðar nú.
Men Paul Watson er ikki nøgdur við tað. Hvat sigur tú til tað?
– Nei, Paul er ikki nøgdur… Tað er heilt í lagi við mær… Eingin forðar honum í at halda fram, sum hann altíð hevur gjørt. Og eg gleði meg til, at munirnir okkara millum vera týðiligir fyri tey, ið møta okkum, sigur Valentina Crast.
Les alt skrivið hjá Paul Watson HER.
Les meira um broytta taktikkin hjá Sea Shepherd Global HER.