Fimm fimleikaframsýningar hjá Støkk um vikuskiftið

Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 25. og 26. mars í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali

Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru leygarmorgun kl. 10 og 12, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru leygardag kl. 15 og sunnudag kl. 14 og 16.30. Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á www.stokk.fo og á Facebooksíðuni hjá Støkk.

 

Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Sum nakað nýtt, verður stóra felagsliðið hjá Støkk við umleið 60 fimleikarum í aldrinum 12-75 ár eisini á skánni.

 

Undir framsýningunum verða merki og ídnisprógv handað. Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í Bylgjuni báðar dagarnar. Vegna bygging av svimjihøll er avmarkað við parkeringsplássum rundan um høllina. Víst verður til onnur parkeringspláss í økinum, sí mynd.