Firvaldur er greiður FM favorittur

5-mannafør kvinnur: Sigurin hjá teimum í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag var sera sannførandi

Firvaldur við kvinnumanning heldur stásið við líka hjá stolta róðrarfelagnum á Tvøroyri.

 

Í dag eingin ivi. Firvaldur treivst so sera væl í góða summarveðrinum. Firvaldurin var í heilt góðum lag, tá ið hann beinanvegin legði seg á odda, og Firvaldur var fremstur allan teinin.

 

Tá ið Firvaldur fór um málið, vóru tað næstan tvær bátslongdir aftur til næsta bátin.

 

Kappingina um næstfremsta plássið vann Tjaldrið av Glyvrum í kapping við Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði. Á málinum var ein bátslongd millum hesar báðar bátarnar, og frá Erlu Kongsdóttir og aftur til Fípuna Føgru var tað ein hálv bátslongd ella so. Endaspurturin hjá Fípuni Føgru var rættiliga góður.

 

Í FM kappingini er Firvaldur trý stig undan Tjaldrinum. Tí skal tað vilja illa til hjá teimum av Tvøroyri, um tær ikki fara at vinna FM heitið.

 

##med2##

 

 

 

##med3##