Mynd: Brynjolv Gert Nicolajsen (myndin er tilvildarlig).

Fiskiskapurin undir Føroyum roynist ikki

- Partrolararnir fáa ikki tað stóra, og trolbátarnir hava smáligan fiskiskap. Hjá garnaskipum er fiskiskapurin misjavnur.

Mynd: Brynjolv Gert Nicolajsen (myndin er tilvildarlig).

Í løtuni fiska fimm partrolarapør upsa og annan hvítfisk, harav tvey pør væntandi koma inn at landa í næstu viku.

 

Tvey partrolarapør eru á gulllaksaveiði, men nú fer gulllaksavertíðin, sum vanliga byrjar í apríl, at styttast.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva. Teir hava smáligan fiskiskap.

 

Sagt verður, at ein frystitrolari fiskar undir Føroyum, og ein er í Eysturgrønlandi, og eisini hesir báðir fiska svartkalva.

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tveir eru norðan fyri og fáa mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski.

 

- Tríggir trolbátar eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og toski. Fiskiskapurin er smáligur, og bátarnir eru eisini tarnaðir av veðri.

 

Allir teir smáu trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.

 

Fýra garnaskip eru eisini til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini hava misjavnan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

 

 

Mynd: Brynjolv Gert Nicolajsen (myndin er tilvildarlig).