Fjúrtandi ferð Kurt Fiil byggir føroya størsta pall

Her er perfekt byggiveður í Klaksvík í dag, sigur Kurt Fiil

Kurt Fiil livir av at ferðast kring heimin og byggja pallar til tónleikaframførslur og hevur gjørt tað farnu 30 árini. Seinastu 14 árini hevur tað verið fastur partur av summarinum hjá Kurt Fiil, at byggja føroya størsta pall.

 

- Hetta er fjúrtandi ferð at eg og mítt toymi eru her og seta føroya størsta pall upp. Vit byrjaðu í gjár um 11 tíðina og eru longu komnir langan veg.

 

- Hetta er eitt starv, sum hevur fingið meg nógv spennandi støð runt í heiminum. Eg havi verið við til at byggja pallar fyri bólkar og einstaklingar sum Paul McCartney, Iron Maiden, Rammstein, P!nk, Bruce Springsteen og eg kann blíva við.

 

- Hvussu gongur við tíðarætlanini?

 

- Tað gongur sera væl. Vit hava góða tíð og góð fólk í Klaksvík, sum eru komin at hjálpa til – tað hevur nógv at siga. Hetta er eisini fyrstu ferð at tveir av mínum starvsfeløgum byggja ein pall í so stillum veðri - tað var nokkso óvæntað. Tað dryppar eitt sindur beint nú, men tað bilar onki, her er stilt og tað er perfekt byggiveður.

 

Ongin festivalur uttan pallin

 

- Nær pallurin er liðugur tað veit eg ikki, tí her skal ljós, ljóð og ymiskt annað afturat, sum eg ikki havi stýr á. Tó er eitt vist, eingin festivalur uttan at pallurin er 100% klárur at framføra á, so alt verður liðugt áðrenn fyrstu framførsluna.