BMW sýndir fream konseptbilin, sum kann skifta millum 32 ymsar litir í live, í Shanghai Auto Show. - Foto: Long Wei/Ritzau Scanpix

Fleiri kinesiskir elbilar á veg til Evropa

Yvir 100 nýggir bilar verða sýndir fram á Shanghai Auto Show. 12 kinesisk merki eru sambært blaðstjóra á veg til Evropa

 

BMW sýndir fream konseptbilin, sum kann skifta millum 32 ymsar litir í live, í Shanghai Auto Show. - Foto: Long Wei/Ritzau Scanpix

##med2##

Bilframsýningar eru so smátt við at vera eina farin tí vesturheiminum, men í dag lat upp Shanghai Auto Show í Kina, har bæði bilmerki úr Asia og úr vesturheiminum vísa fram 100 nýggj bilmodel.

Tað er sambært blaðstjóranum á Bil Magasinet, Mikkel Thomsager, sermerkit, tá fleiri kinesisk bilmerki venda sær ímóti Evropa.

– Tað streymar inn við nýggjum elbilum í Kina í løtuni. Allir hava kós ímóti vesturheiminum. Tað vilja tey sjálvandi vísa á framsýningini, sigur Mikkel Thomsager.

Blaðstjórin vísir á, at tað bara í ár eru 12 nýggj kinesisk bilmerki á veg til Evropa.

– Tá vit hyggja at bilunum, eru tað einki at seta fingurin á. Fyri 10 árum síðani var talan sum skrambul, sum kom úr Kina.

– Í dag eru tað sera kompetentir bilar, sum næstan eru á odda, tá tað snýr seg um elbilar, sigur Mikkel Thomsager.

Hann greiðir harumframt frá, at tað fyrr í tíðini eisini vóru stóra bilaframsýningar í Evropa í millum annað Frankfurt, París og Genève, men at tær sum frá er liði og serliga vegna koronu eru minkaðar niður í einki.

Í USA vinna bilframsýingar sambært blaðstjóranum fram, har Los Angeles Motorshow er á veg aftur.

Millum tað nýggja lyfti kinesiskt-svenska Polestar slørið fyri einum nýggjum navnið, »Polestar 4«.

Ein elektriskur fýrahjólstrekkari, sum ongan bakrút hevur, sum í staðin fyri bakspegilin hevur ein skíggja, sum vísir myndir úr einum myndatóli aftan á bilinum.

Í tí meira futuristiska hevur BMW víst fram ein konseptbil við navninum »i Vision Dee«, sum kann skfita millum 32 ymsar litir.

Elektriskir bilar eru umleið ein fjórðingur av bilasøluni í Kina, sum er heimsins størsti bilmarknaður.

– Kina er staðið at vera. Vit koma úr München, men vit hoyra heima í Kina, segði Frank Weber, sum er partur av leiðsluni hjá týska bilaframleiðaranum BMW.

Sjálv framsýningin verður á 320.000 fermetrum, har fleiri enn 1000 framsýnarar, og 150 tíðindafundir verða.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.

/ritzau/AFP

 


 

 

BMW sýndir fream konseptbilin, sum kann skifta millum 32 ymsar litir í live, í Shanghai Auto Show. - Foto: Long Wei/Ritzau Scanpix