Fleiri sivilfólk eru deyð í Ukraina í nátt

Tað siga ukrainsku myndugleikarnir í morgun eftir russisk álop á Ukraina í nátt.

 

Sambært ukrainskum myndugleikum í morgun liggja fleiri sivilfólk eftirá, nú russar aftur í nátt hava lopið á Ukraina.

 

Sagt verður, at fleiri ukrainskir býir í nátt eru raktir av russiskum granatum og rakettum.

 

Ukrainska verjan sigur á Telegram, at 27 av 35 dronum, sum russar sendu eftir málum í Ukraina, vórðu skotnar niður.

 

Higartil í morgun er einki ítøkiligt frætt um, hvussu mong sivilfólk hava latið lív í russisku álopunum í nátt.