Í stórsteypadystinum hjá kvinnum leygardagin var eingin spenningur yvirhøvur. Fleyr vann lættliga 3-0. (25-8, 25-8, 25-15). Dráttur, sum vann greipuna seinasta kappingarár, hevði fáar spælarar eftir av teimum, sum spældu mest tá, meðan Fleyr ikki hevur mist tað nógva fólkið.
Settúrslitini umvikuskiftið tala fyri seg, og í fyrsta settið legði Fleyr seg á odda 12-3, áðrenn settið varð vunnið 25-8. Bæði í øðrum og triðja setti vann Fleyr seg upp á 7-0, áðrenn Dráttur yvirhøvur fekk stig. Landskappingin hjá kvinnum, sum nú eitur Hotel Djurhuus-deildin, byrjar 22. september.
Stórsteypadystur, kvinnur:
Dráttur – Fleyr 0-3 (8-25, 8-25, 15-25)
Øll inntøka frá stórsteypadystunum um vikuskiftið fer til Autismufelagið.