Føroyar eru sterkari í samstarvi við ES

Tað sigur Bergur Løkke Rasmussen, sum er danskur limur í ES tinginum fyri Moderatarnar. Hann er hálvur føroyingur og hevur tí stóran áhuga fyri, at Føroyar fáa eina nýggja handilsavtalu við ES, skrivar hann í grein, hann hevur sent okkum.

 

Bergur Løkke Rasmussen, MEP, Moderaterne, skrivar:

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð kemur forkvinnan fyri Evropanevndina á vitjan í Føroyum. Tað er týdningarmikið fyri ES, men serliga stórt og týdningarmikið fyri Føroyar. Tað er eitt greitt tekin um, at viðurskiftini millum ES og Føroyar fara at verða knýtt nærri saman.

Forkvinnan í Evropanevndini, Ursula von der Leyen og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skriva skjótt undir eina avtalu, sum skal vera grundarlagið fyri einum betri samstarvi millum ES og Føroyar. Og tað er positivt. Tí vit eru í eini tíð, har vit skulu standa saman um ES. Tí gevur tað góða meining, at ES knýtir tættari bond til tey leysari knýttu økini, sum Føroyar.

Staðsett í Norðuratlantshavi eru Føroyar ein strategiskur, vælstaðsettur oyggjabólkur. Áhugin uttanífra er eisini vaksandi, og tað kann merkjast. Vit hava seinastu árini sæð, at áhugin fyri Norðuratlantisku londunum økist, og tað kemur bæði úr eysturi og vesturi.

Við míni føroysku og donsku bakgrund, royni eg at umboða báðar mínar tjóðskapir. Føroyar hava alt mítt lív og fara altíð at vera ein partur av mær og mínum gerandisdegi, so tað helt fram, tá eg gjørdist limur í Evropatinginum. Tí sjálvt um Føroyar ikki eru limur í ES, so er ES enn ein týdningarmikil samstarvsfelagi hjá Føroyum, men eisini øvugt. Í Føroyum er áhugi fyri, at vit endurskoða galdandi handilsavtalu. Tí tað er ikki eins lætt at selja føroyska framleiðslu í restini av Evropa, sum tað er at selja evropiskar framleiðslur á føroyska marknaðinum. Tað eru tvey ymisk støddarviðurskifti, men tað skal vera pláss til bata, sum ger tað meira áhugavert fyri føroysk virki at selja framleiðslu á evropiska marknaðinum.

Eg síggi, at bæði ES og Føroyar eru sinnað at gera eitt samstarv, sum kann bøta og styrkja um samanhald okkara. Um ES kann geva Føroyum eina trygga og munagóða handilsavtalu, so er tað møguleiki fyri einum varandi og sterkum tilknýti millum ES og Føroyar, og tí skulu vit virka fyri.

Við vitjanini hjá Ursulu von der Leyen vóni eg, at vit kunnu leggja grundarlagið fyri einum betri og styrktum samstarvi millum Føroyar og ES. Ein nýggj avtala, sum styrkir vinarlag okkara og verður avgerandi fyri framtíðar samstarvi okkara.

Saman skulu vit styrkja ta evropisku og ta føroysku støðuna í heiminum, bæði tá tað snýr seg um handils- og fiskiveiðuavtalur, men eisini á trygdarøkinum.

Eg vóni, at vit nú fara inn í eina framtíð, har Føroyar eru ein ómissandi samstarvsfelagi fyri ES. Vit hava jú brúk fyri hvør øðrum. 

Sum hálvur føroyingur í Evropatinginum vil eg vera trygd fyri at føra víðari og menna tað samstarv, sum nú er sett í gongd.