Føroyar ganga aftur á styrkilistanum

FIFA styrkilistin: Føroyar ganga aftur á styrkilistanum og fallið er stórt í stigum

Tað gongur einki serligt hjá føroyska manslandsliðnum á FIFA styrkilistanum í løtuni. Nýggjur styrkilisti er kunngjørdur og føroyska liðið gongur tvey pláss aftur. Frá nummar 129 til nummar 131.

 

Tað er nú ikki so óvanligt at flyta tvey pláss, tá landsdystir hava verið spældir, men hesa ferð gongur føroyska liðið heili 20 styrkistig aftur. Frá 1126 til 1106. Serliga er tað tapið fyri Moldova á heimavølli, sum svíður.

 

Størstu framgongdina í stigum eigur eitt av komandi mótstøðuliðnum hjá okkum. Tað er Albania, sum í hesi setuni hevur vunnið á Póllandi. Teir fara tjúgu stig fram á listinum og flyta trý pláss upp. Frá 65 til 62.

 

Argentina er framvegis nummar eitt á FIFA styrkilistanum. Teir hava økt um frástøðuna niður til Fraklands, sum millum annað tapti fyri Týsklandi fyri kortum. Síðani koma Brasil, Ongland, Belgia, Kroatia, Holland, Portugal, Italia og Spania.