Tað bleiv ikki nógv av einari føroyingauppgerð í bestu donsku hondbóltsdeildini ígjár, tá liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens tók móti liðnum hjá Anniku Fríðheim Petersen og Lív S. Poulsen, EH Aalborg á heimavølli.
Maria skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál í dystinum sum endaði við javnleiki 27-27 (14-16). Johanne Graugaard vardi málið hjá EH Aalborg allan dystin, so Annika slapp ikki upp í part.
Í næstbestu deildini var tað meira hugaligt hjá føroyingaliðunum.
Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á heimavølli í Ølstykke 28-21 á Vár B. Zachariassen og liðfeløgunum í Ajax. Í steðginum var HØJ á odda 13-8. Marita skoraði eitt mál.
HØJ er fremst í deildini við átta stigum fyri fýra dystir.
Bjørk F. Joensen og liðfelagarnir í Randers vunnu ígjár fyrsta sigurin hetta kappingarárið. Randers vann á heimavølli 30-28 (13-14) á Roskilde. Bjørk skoraði eitt mál.
Randers er næstaftast í deildini við tveimum stigum.