Um tað seint seinnapartin eydnast Brandi H. Olsen og Jóannesi Bjartalíð saman við liðfeløgunum í Fredrikstad at vinna norsku steypafinaluna móti Molde á Ullevaal leikvøllinum í Oslo, so verður talan um fyrstu ferð føroyingar vinna steypakappingina í Noregi.
Áður hava seks føroyingar vunnið steypakappingina í Íslandi.
Uni Arge breyt ísin í 2000, tá hann sum tann fyrsti føroyingurin vann eina steypakapping uttan fyri Føroyar. Hetta gjørdi Uni saman við liði sínum, Akranesi, sum í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í árinum 2000 vann 2-1 á ÍBV. Í 1998 taptu Uni Arge og Jens Martin Knudsen íslendsku steypafinaluna við Leiftri ímóti júst ÍBV. Uni skoraði ikki í finaluni í 2000, men hann skoraði í hálvfinaluni ímóti FH.
Í 2003 gjørdist Julian Johnsson annar føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingina. Í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í 2003 vann Julian saman við liði sínum, Akranesi 1-0 á FH.
Í 2006 gjørdist Símun Samuelsen triði føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingina. Saman við liðfeløgunum í Keflavík vann Símun á Laugardalsvøllinum íslendsku steypakappingina við einum 2-0 finalusigri á KR. Í steypafinaluni hevði Símun gyltan møguleika at skora til 3-0, men tók ikki av.
Fjórðu ferð føroyingar vunnu íslendsku steypakappingina var í 2017, tá ÍBV við Jónasi Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum vann 1-0 á FH, ið hevði Gunnar Nielsen í málinum. Gunnar Heiðar Þorvaldsson skoraði sigursmálið til 1-0 í 37. minutti. Kaj Leo í Bartalsstovu legði upp til málið, og í teimum seinastu minuttunum var tað bara ein rimmar bjarging hjá Gunnari Nielsen í FH-málinum, ið forðaði Kaj Leo at økja til 2-0.
Sætti føroyingurin at vinna íslendsku steypakappingina var Gunnar Vatnhamar, ið vann steypafinaluna saman við Víkingi Reykjavík í 2023. Gunnar spældi allan dystin, tá Víkingur í finaluni í fjør á tjóðarleikvølli íslendinga, Laugardalsvøllinum í Reykjavík vann 3-1 á KA, ið hevði Jóan Símun Edmundsson á vøllinum allan dystin. Í ár fekk KA tó hevnd fyri tapið, tá teir vunnu 2-0 á Víkingi Reykjavík í finaluni. Sostatt misti Gunnar møguleikan at gerast fyrsti føroyingurin at vinna íslendsku steypakappingina tvær ferðir.
14. mai í 2015 skoraði Brandur sigursmálið til 3-2 til FCK, tá FCK aftaná longda leiktíð vann 3-2 á FC Vestsjælland í donsku steypafinaluni í Parkini í Keypmannahavn. Talan var um eitt sera gott langskot hjá Brandi. Brandur kann skriva søgu í dag við at gerast fyrsti føroyski leikarin, ið vinnur steypakappingina í tveimum londum uttanfyri Føroyar.
Jóannes Bjartalíð vann steypakappingina við KÍ í 2016, tá KÍ í finaluni um løgmanssteypið vann á Víkingi aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
NRK 1, ið sæst á Televarpinum sendir beinleiðis frá Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Sendingin byrjar klokkan 14.15.