Føroyskur lovsongsbólkur aftur á Teenstreet

Føroyski bólkurin, ið fleiri ferðir hevur verið at hoyra í sjónvarpinum, spælir aftur á TeenStreet

Aftur í ár er tað føroyski lovsongsbólkurin, sum leiðir sangin á TeenStreet, sum í hesum døgum er í Offenburg í Suðurtýsklandi. Umleið 2500 fólk úr fleiri enn 20 ymiskum londum er savnað á sama staði – hetta eru leguluttakarar og hjálparfólk.

 

Lovsongurin fyllir nógv á TeenStreet. Og soleiðis hevur eisini verið líka síðani byrjað varð við hesum legunum afturi í 90’unum. Og tað er føroyski lovsongsbólkurin, sum eins og seinasta ár leiðir sangin.

 

Ógvuliga nógv verður gjørt við tekniska partin, so ljóðið verður á so høgum støði sum til ber. Anleggið, ið er leigað inn í stóru høllina, er heilt víst av tí allarbesta, og ljóðið er í topp.

 

Teir, ið spæla við bólkinum eru: Dávid í Lág , ið umframt at spæla bass eisini er kapellmeistari, Jasmin Jovanovic, trummur, Fríði Bjarkhamar, percussion, Jógvan Andersen, tangentar, Johnny Mikkelsen,  el guitar, Arni Zachariassen, el guitar og Benjamin Djurhuus, kassaguitar. Sangararnir eru: Bodil Simonsen, Maria á Lakjuni Djurhuus og Ólavur Jóannesarson Hansen. Afturat sær í ár hava tey fingið portugisisku Yara Melo, ið lesur tónleik í London at hjálpa sær við sanginum. Alexander Gaard ljóðblandar og Sofus Mikkelsen ger monitormix.

 

Til slíkt tiltak, sum hetta er ógvuliga nógv tøkni í brúk, m.a skermar við bæði myndum, video og ikki minst sangteksti. Til at stýra einum stórum parti av hesum er eisini ein føroyingur, nevniliga Sámal Steinkross.

 

Limirnir í bólkinum koma úr ymiskum samkomum og hava eisini hvør sína uppgávu har, men eru so savnað saman til hetta tiltakið og hava nú spælt saman í 4 ár.

 

Upprunaliga ætlanin var, at tey skuldu spæla til legunar í Týsklandi frá 2020 til 2022. Men so kom korona og stóru legurnar vórðu avlýstar. Smærri legur vóru tískil hildnar lokalt ymsastaðir í Europa í 2020 og 2021. Til hesar legur blivu so videoupptøkur við bólkinum gjørdar, og vóru tær so sendar á hesum lokalu legunum runt um alt Europa. Hesar upptøkur hava eisini verið at sæð í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Í fjør spældi bólkurin til tvær eitt sindur smærri legur enn hesa í ár – eina í Hollandi og eina í Spania. Men í ár bar so aftur til at hava TeenStreet uttan nakrar korona avmarkingar. Og bólkurin spælir nú  tvær ferðir um dagin hesa vikuna fyri stórari fjøld av ungfólki, sum elska lovsong og eisini syngja sera væl við.

 

Høvuðsendamálið hjá føroyska bólkinum er at leiða felagssangin, og tey leggja seg eisini eftir  at  gera tað á so høgum støði, sum til ber, og tey leggja alla orku í, at tað skal vera á altjóða støði.