Fólkaatkvøðan 78 ár

Í morgin er leygardagur 14. september. Tá eru 78 ár liðin síðani vit 14. september 1946 høvdu ta fólkaatkvøðu í Føroyum, sum hevur havt nógv ta størstu luttøkuna, heili 65%.

Úrslitið av fólkatkvøðuni kløkkaði onkran. Hesa myndina teknaði William Heinesen í ólavsøkuteitið 1948. Menninir eru Andras Samuelsen og Petur Mohr Dam.

Tvinnir vóru kostirnir.

 

Tann fyrri var uppskotið sum danska stjórnin hevði sett fram um at vit skuldu koma inn um markið hjá kongsríkinum Danmark við somu rættindum og skyldum sum aðrir danir.

 

Hin kosturin var at vit skuldu loysa frá Danmark.

 

Úrslitið var:

 

51% fyri loysing

 

49% fyri innliming

 

Vit hildu okkum liva í ein­um demo­kratiskum samfelag, har meiri­lutin hevði valdið. Vit høvdu eitt løgting sum var hes­um meiriluta lýðið og var ráðgevandi hjá donsku stjórnini í før­oysk­um vi­ð­ur­skift­um. Løg­ting­ið boð­aði stjórn­ini frá úrs­l­it­i­num av hesi fólka­at­kvøðu, sum danska stjórn­in sjálv hevði sett í verk. Men stjórn­in svar­aði við at senda løg­ting­ið til hús og hev­ur síð­an stýrt Før­oy­um utt­an at hava hild­ið nakra nýggja fólka­at­kvøðu fyri at útvega sær eitt pol­it­iskt mand­at fyri stýri sín­um. Danska stjórnin brýt­ur al­tjóð­a­rætt við at krevja upp frá døn­um eina milliard í skatti á hvørjum ári til Før­oy­ar til tess at forða fyri at vit fáa eitt lógligt stýri. Tal­an er um 18.000 krónur í mið­al sum hvør føroyingur fær í skatta­lætta, men ójavnt er býtt. Tey flest­u fáa einki, men nøkur fá fara við vinninginum.

 

##med2##

 

Hetta heimildarleysa stýr­ið hevur rikið túsundtals før­oy­ing­ar av landinum og hevur nýtt øll lok­a­brøgd fyri at káva burt­ur ta skemdargerð teir gjørdu við at koyra løgtingið til hús fyri 78 árum síðani.

 

Eitt tað síðsta bragdið er at teir eru farnir í hernað í­móti tí navni september hev­ur. Í bók­ini um dagar og nøvn í ál­manakk­an­um hev­ur Axel Tórgarð greitt frá at upp­run­in til navnið er úr latíni, har sep­tem er sjey, tí hesin var sjeyndi mánaður hjá gomlu róm­verj­u­num til Cæsar fekk betri skil á nakað fyri okkara tíð­ar­rokning. Alt síðan vit tóku við kristnari trúgv hava vit í Føroyum skrivað sep­tem­ber, bæði Sverri kong­ur, Er­lend­ur bispur og teir próstar sum vit síð­ani hava havt. Vit hava held­ur ikki verið einsa­møll, tí í hesum túsund ára skeiði hava íslendingar, norð­menn, sviar, danir, bretar og týsk­ar­ar gjørt sum vit, og einki bend­ir á at nakar av teim­um fara at leggja góðan gaml­an sið av.

 

##med3##

 

Hóast summi av okkum siga navnið við -ir og onnur við -ur darvar tað einki. Í okk­ara upprunafrøðiligu rætt­­skriving eru vit von við at munur viðhvørt er á skrift­máli og talumáli.

 

Men tey sum vóru misnøgd við at tapa fólkaatkvøðuna 14. september 1946 hava gjørt donsku stjórnini ta tæn­astu at góðkenna at navn­ið á hesum mánaði í før­oyskum skriftmáli kann vera við -ur, og at oktober, nov­ember og desember fáa somu vanlagnu. Tey, sum eru fødd eftir 31. august og koma til kirkjubókaførandi prestin at fáa sær dóps- ella navn­a­bræv, hava onga trygd fyri at rætt verður skrivað av.

 

Endamálið hjá donsku stjórn­ini var at tað skuldi liggja verri fyri at fegnast um tann sig­ur sum meirilutin av velj­ar­u­num og løgtingið sjálvt vann tann 14. september 1946, og sum vit framvegis hava fyri at takka, at okkara 18 ára gomlu ikki hava herskyldu og og sleppa undan tí vanlagnu at verða send í fjar lond at lata lív um tað hóvar donsku stjórnini.

 

Hetta slysálop á rætt­skriv­ing okkara hevur leingi verið á­vegis, men ikki gekk alt eftir vild. Í 1976 kom onnur útgáva av bók­ini um lærarafólk í Før­oy­um, og har stóð um ein frá­líkan lærara, at hann eisini var blað­stjóri á blaðnum 14. sep­tembur. Her er talan um fals­mæli, tí navn blaðsins var 14. september. Hetta varð tó rætt­að í 3. útgávu.

 

Tíbetur hevur løgtingið, stovn­ar tess eins og tey sum gera ál­manakkar ikki latið seg taka av fótum av hesum máls­ligu skaðafuglum. Sama rós hava bløðini, portalarnir og til­boðs­bløðini uppiborið eins og mong valafólk.

 

Hetta boðar frá góðum og prógvar, at sigurin á fólkaatkvøðuni fyri 78 árum síðani ikki var av tilvild, men hevur djúpar røtur í fólki okkara.

 

 

 

Zakarias Wang

 

Úrslitið av fólkatkvøðuni kløkkaði onkran. Hesa myndina teknaði William Heinesen í ólavsøkuteitið 1948. Menninir eru Andras Samuelsen og Petur Mohr Dam.

Zakarias Wang skrivar um fólkatkvøðuna um loysing, sum var fyri 78 árum síðani

Forsíðurnar á føroysku bløðum eftir fólkaatkvøðuna 14. september í 1946