Sjálstýri er av tí áskoðan, at etisku málini skulu út til fólkatkvøðu, so vit í framtíðini sleppa undan politiskum ruðuleikum um hesi málini.
Tá tað kemur til tey etisku málini eru vit líka ymisk á máli, sum um øll onnur lívsins viðurskifti. Tó eru fá onnur mál, sum kunnu fáa sinnini so í kók, sum spurningar um etisk mál. Tað hevur ført sanniligan ruðuleika við sær, sum endaðu við, at meiri enn ein samgonguflokkur atkvøddi ímóti samgongusamtyktum.
Etisk mál hava ikki bara ein átrúnaðarligan týdning, men sanniliga eisini heilsuligan, sálarligan og búskaparligan týdning. Tí er neyðugt við einari upplýsing um hesi mál. Einari upplýsing, sum ikki hevur við átrúnað at gera, men við samfelagsligu ávirkanina av møguligum broytingum. Tað átrúnaðarliga kunnu samkomurnar taka sær av. Hetta sigi eg ikki, tí at eg haldi, at tann átrúnaðarligi vinkulin ikki hevur týdning, men orska av, at vit ikki øll hava somu átrúnaðarligu sannføring.
Sjálvstýri ynskir at fáa í komandi samgonguskjal, at etisk mál verða send út til fólkaatkvøðu, og tað innan atkvøðurnar verða gjørdar upplýsingarátøk til tess at tryggja, at borgarin kennir allar síður av málinum og kann taka støðu út frá egnari sannføring.
Rúna Sivertsen
Valevni hjá Sjálvstýri