Fólkaflokkurin og strámenn - tey vilja ikki kjakast um veruligan politikk

Hvat er ein strámaður?

 

Ein strámaður (á enskum: Strawman) er ein snilda innan kjak, tá tað verður givin ein skeiv mynd av grundgevingunum hjá mótpartinum fyri lættari at vinna kjakið. Eitt dømi um ein strámann kundi verið, um tann fyrri politikarin sigur: “Mær dámar ræst kjøt betur enn fisk”, og so rópar seinni politikarin: “Hoyra tit? Hann hatar fisk”.

 

 

 

Við at geva eina skeiva mynd av grundgevingunum hjá fyrra politikarinum, sum er lættari at sláa niður, verður tað lættari hjá seinna politikarinum at fáa áhoyrarnar at taka frástøðu frá mótpartinum. Um seinni politikarin rópar hetta nóg hart og nóg ofta, verða tað summi, sum veruliga trúgva, at fyrri politikarin hatar fisk.

 

 

 

Hetta er sjálvandi ikki ein sunn ella røtt kjakmentan. Um eg verið valdur, ætli eg at vera við til at lyfta støðið á politiska kjakinum. Tí fari eg at royna ikki at nýta strámenn, tá eg kjakist, og eg ætli at gera vart við strámenn, tá onnur nýta teir.

 

 

 

Strámenn í politiska kjakinum

 

Tað hava verið ógvuliga nógv dømi um strámenn, sum hava verið brúktir í kjakinum. Helst verður henda kjaksnilda eisini brúkt av Javnaðarflokkinum við hvørt eisini. Men ein flokkur, sum skarar framúr við at brúka strámenn, er Fólkaflokkurin.

 

 

 

Her er ein heilt stuttur listi av strámonnum, sum hava verið frammi bara teir seinastu fáu dagarnar, sum skjótt síggjast við at hyggja at nýggjastu lesarabrøvunum:

 

 

 

Fyrsta dømi er frá Jóhan Eli Poulsen: https://in.fo/news-detail/skulu-vit-svoelta-familjur-og-land-fyri-at-gerast-groen

 

Hann skrivar m.a.: ”Røddir í Javnaðarflokkurin hótta við at niðurleggja Barentshavsflotan, fyrst og fremst fyri at spara olju.”

 

Er hetta rætt? At fremsta orsøkin at gevast at fiska í Barentshavinum er at spara olju? Nei, sjálvandi ikki. Tað er álopskríggið hjá Ruslandi, og ótrygga støðan, vit seta fiskimenninar og vinnuna í, við at samstarva við ein so óstabilan diktator. Men tað er so nógv lættari at vinna fiskimannin í sín part, um tað bara verður tosað um at spara olju.

 

 

 

Næsta dømi kemur frá Una Rasmussen: https://in.fo/news-detail/vallyfti-fra%CC%81-javnadarflokkinum-manningar-nidur-i%CC%81-loen-og-loft-skal-setast-a%CC%81-avkastid-i%CC%81-vinnuni

 

Hann skrivar beinleiðis, at eitt vallyfti hjá Javnaðarflokkinum er: ”manningar niður í løn og loft skal setast á avkastið í vinnuni”. Men er hetta rætt?

 

Nei, sjálvandi ikki. Tað er ein ónormalur vinningur í hesum vinnunum, og tað er ikki manningin, sum fær ágóðan av tí. Tað eru nøkur fá fólk, sum nú uppkeypa stórar partar av Føroyum, tí tey hava fingið so stóran vinning av tí frammihjárætti, tey hava fingið frá Føroya fólki. Tað er ikki manningarnar, sum merkja ágóðan av hesum frammihjárættum.

 

 

 

Triðja og seinasta dømi í hesum føri, kemur frá Jørgen Niclasen: https://in.fo/news-detail/ognarraetturin-er-fridhalgadur

 

Hann skrivar ”Ognarrætturin er friðhalgaður”, og at”vinstravongurin tykist leggja líka í henda rætt”. Hetta er í sambandi við gongd í haga, tí m.a. Javnaðarflokkurin ynskir, at allir føroyingar skulu kunna ganga frítt í egnum landi undir ávísum treytum.

 

Merkir tað, at føroyingurin hevur rætt til at ganga í sínum egna landi, og at bøndurnir hava mist sín ognarrætt? Nei, sjálvandi ikki.

 

 

 

Eg skilji væl, um Fólkaflokkurin ikki vil kjakast við Javnaðarflokkin um veruligan politikk, tí so hevði tað verið eyðsætt hjá veljaranum, hvønn av hesum hann skal velja. Við at skapa eina ræðumynd av mótpartinum, roynir Fólkaflokkurin at styggja veljaran burtur frá teimum, sum royna at berjast teirra vegna. Lat okkum heldur kjakast um veruliga politikkin, heldur enn at brúka strámenn ferð eftir ferð.

 

 

 

Marnar Fríðheim Kristiansen,

 

Valevni hjá Javnaðaflokkinum.