Í farnu viku skipaði Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin og Heim & Skúli fyri einum áhugaverdum politiskum fundi, sum eg eri fegin um at hava luttikið í. Tað var eisini gleðiligt at hoyra, at allir politisku flokkarnir síggja virðið í skúlanum, og at tað er neyðugt við eini endurskoðan og hægri raðfesting á økinum.
Spurningurin er so bara, um tað bert vóru føgur orð og valagn, ella um vit koma at síggja tað í verki eftir valið.
Óansæð, so eri eg púra samdur við fyriskiparunum í hesum, at Fólkaskúlin er ein hornasteinur undir vælferðarsamfelagnum. Tað kemur helst ikki óvart á nakran, at skúli og útbúgving er eitt av mínum hjartamálum. Tað vildi verið løgið annað, tá eg sjálvur eri lærari.
Niðanfyri er eitt hugarensl hjá mær í mun til skúlan, og hvat vit kunnu gera fyri at gera skúlan enn betri. Eg meini, at tað er umráðandi:
– at seta eitt barna- og skúlamálaráð á stovn, við íblástri úr Íslandi, sum fær møguleika at loysa trupulleikan á m.a. serøkinum.
– at loysa upp og geva leiðslum og lærarum frælsi til at vera skapandi og hugvekjandi. Tað letur seg gera innanfyri verandi karmar og uttan at hækka játtanina, um vit tora!
– at nýhugsa skúla og styrkja skúlaverkið fíggjarliga við fleiri vaksnum um hvønn flokk, har royndir og verkætlanir eru tillagaðar veruleikan hjá børnunum/næmingunum, og ikki øvugt.
– at skipanin rundanum skúlan verður minni stirvin og upptikin av smáluta stýring, og at størri dentur verður lagdur á tíð og frælsi hjá skúlunum at skipa seg so sum tað er best fyri børnini/næmingarnar.
– at námsætlanirnar verða eftirmettar og avstemmaðar við veruleikan.
– at læraraútbúgvingin verður eftirmett og tillagað. Tað góða við tí gomlu, og tað góða við tí nýggju útbúgvingini eigur at renna saman í eina enn betri útbúgving í framtíðini. Í øllum førum skal tann læraralesandi hava betri samband við læraran á gólvinum og eina styrkta starvslæru.
– at verulig eftirútbúgvingarskipan verður sett í verk, ið tekur støði í teimum avbjóðingum, ið dagsins skúli hevur.
Eg havi heilt víst gloymt nógv, ið kundi verið lagt afturat.
Eftir mínum tykki er ein tann týdningarmesta uppgávan hjá skúlanum henda:
tá ið ein næmingur er liðugur í skúlanum, skal hann ella hon hava ta uppliving, at her vóru tey góð við meg, tey løgdu í meg og gjørdu alt fyri, at eg skuldi hepnast og koma væl ígjøgnum hesi baldrutu árini frá barni til tannáring.
Tískil mugu vit altíð spyrja okkum sjálv, hvat endamálið er, og tí er tað so umráðandi, at vit hava eina skúlaskipan, sum er smidlig, og kann tillagast.
Men eitt er givið! Vit mugu hava ein skúla, har bæði skipan og lærarar eru góð við børnini!
Eg skal enda við at sitera (eftir førimuni) André Niclasen, sála, gamla læraran hjá mær í týskum á Føroya Læraraskúla:
„Nú tit eru liðug, og tit vita alt sum tit skulu vita, biði eg tykkum um eitt, tá tit fara út: Fram um alt, verið góð við børnini!“
Rani Andrasson Skaalum
Valevni hjá Miðflokkinum