Formula herðaklapp fyri avrik innan KT trygd

Formula hevur fingið heiður sum ársins samstarvsfelagi hjá Sophos 2024

 

Eyðun Thorsvig deildarleiðari og Fróði Magnussen forstjóri á Formula til móttøku. 

– Vit eru fegin um at kunngera, at Formula hevur fingið heiðurin sum ársins samstarvsfelagi hjá Sophos fyri 2024. Heiður varð handaður á samkomu í Manchester.

 

Soleiðis skrivar KT fyritøkan Formula í tíðindaskrivi.

 

Heiðurin er givin, tí Formula er at meta sum eina av fremstu nettrygdarveitarum, ið bjóðar sínum kundum víðfevnandi KT trygdarloysnir.

 

– Formula hevur víst einastandandi avrik á norðurlendska marknaðinum, umframt framúr kundanøgdsemi og KT tryggleika. 

 

Sophos er heimsleiðari innan nettrygd tá umræður KT og bjóðar eitt breitt úrval av vørum og tænastum til at verja fyritøkur og brúkarar móti nethóttanum. Formula er ein Platinum samstarvsfelagi hjá Sophos og hevur soleiðis hægsta samstarvsstig við bestu fyrimunum og atgongd til nýggjastu trygdartøkni.

 

– Sophos Security Provider er ein frálíkur samstarvsfelagi, og saman kunna vit kunnu bjóða kundum tær bestu trygdarloysnirnar í vinnuni, sigur Eyðun Thorsvig deildarleiðari. 

 

Eyðun Thorsvig deildarleiðari og Fróði Magnussen forstjóri á Formula til móttøku.