Forseti og uttanríkisráðharri Irans deyðir í tyrluvanlukku

Tyrluvanlukkan í Iran í gjár kostaði bæði forsetanum og uttanríkisráðharranum lívið, upplýsir embætismaður

Ein turkisk drona var eftir øllum at døma tann fyrsta at finna vrakið. - Foto: Azin Haghighi/Reuters

Iransski forsetin, Ebrahim Raisi, eins og uttanríkisráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian, eru deyðir í sambandi við tyrluvanlukkuna í gjár.

Tað upplýsir ein ónavngivin iranskum embætismaður fyri tíðindastovuni Reuters tíðliga í morgun.

Longu fyrr á náttini boðaði iranskur embætismaður frá, at tey stúrdu fyri, at øll ferðafólkini vóru deyð.

– Eldur kom í tyrluna hjá Raisi, tá hon datt niður. Tíverri verður stúrt fyri, at øll ferðafólkini eru deyð, varð sagt.

Orsøkin til vanlukkuna er enn ókend.

Tyrlan var á veg aftur frá eini vitjan við markið til Aserbajdsjan sum partur av einum fylgi við trimum tyrlum.

/ritzau/

 

Ein turkisk drona var eftir øllum at døma tann fyrsta at finna vrakið. - Foto: Azin Haghighi/Reuters