Franskir dómarar til Føroyar-Kosovo

Manslandsliðið spælir fyrsta dystin í hesari EM-undankappingini mikukvøldið klokkan 19

Mikukvøldið klokkan 19 skal føroyska manslandsliðið taka fyrstu stigini í royndini at vinna seg til EM-endaspælið í 2026.

 

Mótstøðuliðið í fyrsta dystinum verður Kosovo.

 

Tað verður eitt dómarapar úr einum stórum hondbóltslandi, ið fer at døma dystin.

 

Fraklendingarnir, Titouan Picard og Pierre Vauchez koma at døma dystin, og tað skuldi borgað fyri góðsku.

 

Tað er útselt til dystin móti Kosovo, men Kringvarpið visir dystin.