Tórshavnar Kommuna skal og má tora at vera framskygd á økinum fyri trívnað millum børn og ung.
Hetta kann gerast við at býráði í komandi setu raðfestir Frítíðarkortið. Kortið ið tryggar at allir okkara ungdómur hevur atgongd til tilboð innan ítrótt og mentan.
Til tey sum ikki kenna hugtakið “Frítíðarkort” so merkir tað í stuttum at kommunan rindar limagjald í t.d. ítróttarfelagið, fyri tey ið eru umfataði av hesi skipan. Skipanin er avmarkað til ávíst krónutal pr. barn.
Hetta er roynt aðrastaðnis við góðum royndum. Rótin kemur nokk úr Íslandi har teir høvdu stórar trupulleikar við ungum sum høvdu alskyns avbjóðingar. Royndirnar har vísti at Frítíðarkortið fekk fleiri at íðka ítrótt og annað, sum helt tey burtur frá gøtuni. Samstundis minkaði lógarbrotini millum ung eisini munandi.
Sum formaður í ríðifelagið, veit eg av royndum at børn mennast av at vera í tílíkum felagsskapum. Tað er eisini prógvað at børn og ung ið íðka ítrótt og eru virkin hava færri sosialar trupulleikar
- Havi meira enn einaferð nevnt fyri foreldrum, tá tey hava suffa um at børnini brúka óv nógva tíð uppá rossini, at eg haldi tað er betri fyri børnini at tey eru í Havnardali enn í klubbagarðinum.
Hetta svarið kann sjálvandi flytast yvir til allar aðrar ítróttir og eisini onnur frítíðartilboð.
Tískil kann Frítíðarkortið metast sum ein íløga, heldur enn sum ein útreiðsla - Tí í longdini loysir tað seg sjálvandi, at vit eggja okkara ungdóm at íðka ítrótt og at geva teimum tilboð innan list og øðrum mennandi tiltøkum.
Brandur í Dali - Valevni fyri Tjóðveldi