Füchse Berlin leikti javnt í fyrru fjórðingsfinaluni

Füchse Berlin fekk ikki tað besta útgangsstøðið til seinnu EHF European League fjórðingsfinaluna í Nantes

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin leiktu í kvøld fyrru fjórðingsfinaluna í EHF European League móti franska liðnum, HBC Nantes í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Füchse Berlin fekk ikki tað besta útgangsstøðið til returdystin í Nantes komandi týskvøld klokkan 19.45. Dysturin endaði nevnliga við javnleiki 33-33. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 17-15.

 

Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var Füchse Berlin á odda 27-22, men so kom Nantes væl við aftur. Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Nantes á odda 33-31, men tað eydnaðist í seinastu løtu Fabian Wiede at javna til 33-33.

 

Hákun skoraði tvey mál í dystinum. 

 

Leygardagin klokkan 19.30 spælir Füchse Berlin dyst í bundesliguni móti Melsungen. Bæði Füchse Berlin og Magdeburg hava 50 stig í oddinum, men Magdeburg hevur spælt ein dyst færri enn Füchse Berlin.