Füchse Berlin tryggjaði sær pláss í Champions League

Füchse Berlin er seks stig frammanfyri nummar trý nú bert tveir dystir eru eftir at leika

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin skal spæla Champions League komandi kappingarár.

 

Füchse Berlin verður í minsta lagi nummar tvey tá kappingarárið í bundesliguni er liðugt 2. juni. 

 

Við 28-25 (14-13) sigri á útivølli móti komandi liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf hevur Füchse Berlin nú 54 stig.

 

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt sum er nummar trý hevur 48 stig. Flensburg kann í mesta lagi røkka 52 stigum, og tískil hevur Füchse Berlin tryggjað sær pláss í Champions League komandi kappingarár.

 

Flensburg tapti í kvøld 27-28 (13-14) fyri Eisenach á útivølli. Jóhan skoraði eitt mál í dystinum. 

 

Dysturin hjá Füchse Berlin í kvøld var ein av dystunum, har Hákun ikki kom til orðanna. Lærumeistarin, Hans Lindberg skoraði seks mál fyri Füchse Berlin, og Mathias Gidsel var toppskjútti við sjey málum. 

 

Komandi vikuskiftið skal Füchse Berlin taka lut í Final Four í Barclay høllini í Hamburg. Í hálvfinaluni komandi leygardag klokkan 17 skulu teir spæla móti Rhein-Neckar Löwen. Klokkan 14 sama dag spælir Flensburg móti Dinamo Bukarest.