Nú er tað greitt, at Noah Mnenéy eisini fer at spæla við HB trý tey næstu árini. Felagið kunngjørdi í dag, at Noah Mnenéy og HB hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at 22 ára gamli miðvallarin fer at umboða HB í hvussu so er fram til og við 2027.
HB hevur keypt Noah Mnenéy leysan úr sáttmálanum við norska Bryne, sum Noah Mnenéy var bundin at fram til kappingarlok í 2025. Í summar leigaði HB føroyska miðvallaran úr Bryne.
Fyrsti dysturin hjá Noah í HB var 23. juni, tá ið HB í 14. umfari og á heimavølli vann 3-0 ímóti KÍ.
Tá varð Noah innskiftur eitt lítið korter undan leikloki. Sum kappingin leið, mentist Noah til at verða eina av lyklaspælarunum, og nú hava Adolfo Sormani og HB nevndin syrgt fyri, at hann fer at halda fram í felagnum í trý ár.
Sambært FaroeSoccer hevur Noah Mnenéy spælt 86 dystir í bestu landskappingini, 15 dystir í kappingini um løgmanssteypið og seks dystir í UEFA Conference League. Hann hevur spælt seks ferðir á A-landsliðnum og 17 dystir á U-21 landsliðnum, har hann í ár var liðformaður.
Noah Mnenéy er fuglfirðingur. Í 2018 umboðaði hann ÍF, og frá 2019 og fram til 2022 spældi hann við Víkingi, áðrenn hann flutti til Noregs og Bryne.