Fýra eru deyð og níggju særd í einum skúlaskjóting í USA

Tað fer at taka tíð at fáa svar uppá hvat hendi og hví tað hendi, sigur sheriffurin. Illgruni er handtikin.

Næmingar og starvsfólk savnaðust á fótbóltsvøllinum á Apalachee High School í Georgia, har skúlaskjóting hevur verið í dag. - Mynd: ABC-felagið Wsb/Reuters

Fýra fólk doyðu og níggju fingu skaða í einum skottilburði í skúla í amerikanska statinum Georgia mikudagin.

Tað skrivar samveldisløgreglan, deildin hjá FBI í Georgia, á sosiala miðlinum X.

- Fýra deyð. Níggju onnur eru flutt á ymisk sjúkrahús við skaðum. Tann ákærdi er handtikin og er á lívi, skrivar FBI.

Frammanundan høvdu ónevndar keldur í løgregluni boðað amerikanskum miðlum frá, at fýra vóru deyð og stívliga 30 særd. Tað talið varð ikki staðfest alment.

Tað er ikki greitt beinanvegin, um ofrini eru næmingar, lærarar ella onnur.

Skúlin, sum er raktur av skottilburðinum, er Apalachee High School í býnum Winder.

Tilbúgvingarmiðstøðin fekk boð um skottilburðin klokkan 10:23 lokala tíð, upplýsir løgreglan, sambært CNN. Tað er 15.23 okkara tíð.

Um middagsleitið lokala tíð var eftir øllum at døma tamarhald á støðuni aftur.

Tað frættist ikki beinanvegin, hvør handtikni er ella hvat motivið til skottilburðin var.

Sýslumaðurin Jud Smith segði á tíðindafundi fyrr mikudagin, at tað framvegis eru nógvir ósvaraðir spurningar.

- Vit biðja tykkum hava tol. Latið okkum fáa fakta fram, sigur hann.

- Tað fer at taka fleiri dagar hjá okkum at finna svar uppá, hvat hendi og hví tað hendi, sigur hann sambært CNN.

Myndir í amerikanskum miðlum vísa eitt stórt tal av neyðhjálparbilum á skúlanum.

Ein 17 ára gamal næmingur á skúlanum, Sergio Caldera, sigur við ABC News, at hann var í evnafrøðistovuni á skúlanum, tá skot rungaðu.

Lærari hansara læt hurðina upp og fekk at vita frá einum øðrum lærara í gongini, at tað var ein byrsumaður, sum skeyt.

Næmingar og lærarar læstu hurðina og krupu saman í evnafrøðistovuni. Uttanfyri bankaði hart á hurðina, og onkur rópti eftir teimum at lata hana upp, greiðir Caldera frá.

Tá viðkomandi steðgaði við at banka á hurðina, hoyrdu Caldera og hini í kamarinum ljóðið av skotum og skríggjum, sigur hann.

Seinni eydnaðist tað øllum at koma úr evnafrøðirúminum til fótbóltsvøllin hjá skúlanum, sigur hann við ABC News.

Guvernørurin í Georgia, Brian Kemp, skrivar á sosiala miðlinum X, at hann hevur givið boð um, at alt tøka tilfeingið hjá statinum verður tikið í nýtslu.

Hann "heitir á allar borgarar í Georgia um at biðja saman við familjuni fyri trygdini hjá øllum í okkara floksstovum."

Sambært Reuters upplýsa Hvítu Húsini, at Joe Biden, forseti, hevur fingið kunning um skúlaskjótingina í Georgia.

Samveldisløgreglan FBI hevur sent umboð til skúlan at hjálpa lokalu løgregluni, sigur ein talskvinna á skrivstovuni hjá FBI í Atlanta, høvuðsstaðnum í Georgia.

Seinastu áratíggjuni hevur USA upplivað fleiri hundrað skottilburðir í skúlanum.

 

##med2##

Tann deyðiligasta av teimum fór fram á Virginia Tech skúlanum í 2007, har yvir 30 fólk vórðu dripin.

Fleirfaldu skottilburðirnir hava av og á elvt til atfinningarsom kjak um amerikanskar byrsulógir og ásetingina í grundlógini í landinum, sum gevur borgarum rætt til at eiga og bera vápn.

 

/ritzau/Reuter/

 

Næmingar og starvsfólk savnaðust á fótbóltsvøllinum á Apalachee High School í Georgia, har skúlaskjóting hevur verið í dag. - Mynd: ABC-felagið Wsb/Reuters

Eitt stórt tal av neyðhjálparbilum eru á Apalachee High School í býnum Winder í Georgia, har ein skúlaskjóting er farin fram í dag. - Mynd: ABC-felagið Wsb/Reuters