Tað skrivar tíðindastovan AFP í dag.
Ráðharrin hevur biðið ráðið um at fyrireika eina "skipaða ætlan fyri heimsendingar og útflytingar til Sýria".
Samstundis verður viðgerðin av friðskjólmálum sett í bíðistøðu, og mál, har friðskjól er latið, verða endurskoðað.
Grannalandið Týskland hevur eisini gjørt av at seta friðskjólmál fyri sýrar í bíðistøðu. Sama er galdandi fyri Danmark.