Fyrrverandi miðbankastjóri vil gerast forsætisráðharri

– Kanada er besta landið í heiminum, men tað kann gerast enn betur, sigur Mark Carney

 

Mark Carney, sum maðurin kallast, er fyrrverandi miðbankastjóri í Kanada, og hann hevur eisini verið stjóri í Bank of England.

 

Nú bjóðar hann seg fram sum nýggjur forsætisráðharri í Kanada, eftir at Justin Trudeau legði frá sær sum forsætisráðharri hin 6. januar í ár.

 

Tað veit tíðindastovan, BBC at siga í morgun.

 

- Eg geri hetta, tí Kanada er besta landið í heiminum, men landið kann framvegis gerast enn betur, segði Mark Carney í gjár sambært BBC.

 

Fyrrverandi miðbankastjórin er leiðari í liberala flokkinum í býnum, Edmonton í Kanada.

 

Tá hann bjóðaði seg fram sum forsætisráðharravalevni, fanst hann at undanmanninum, Justin Trudeau.

 

- Forsætisráðharrin og fólkini kring hann hava gjørt ov lítið við búskaparliga partin í landinum. Eg fari ikki at missa fokus á henda partin, segði hann.

 

BBC veit at siga, at Mark Carney er fyrsti leiðari í Bank of England, sum ikki er breti, og hann hevur sum nevnt sitið sum miðbankastjóri í Kanada.