Norski stjørnuálopsleikarin Erling Haaland hevur longt sáttmálan við Manchester City, so avtalan nú gongur fram til summarið 2034. Hesum boðar City frá á heimasíðuni hjá fótbóltsfelagnum.
Sáttmálin hjá 24 ára gamla Haalandi gekk longu fram til 2027, so tað eru sjey ár afturat á sáttmálanum.
City upplýsir ikki lønina í nýggja næstan tíggju ára sáttmálanum.
Haaland skifti frá týska felagnum Borussia Dortmund á sumri 2022 og hevur síðani spælt 126 dystir, og skorað 111 mál fyri City.
Bara í Premier League hevur Haaland skorað 79 mál í 87 dystum. Í Champions League eru 23 mál komin í 26 dystum higartil.
Manchester City hevur havt eitt trupult kappingarár og liggur á sætta plássi í Premier League. Seinastu fýra kappingarárini er City vorðin enskur meistari.
/Ritzau/