Fyrsta føroyska farmaflogfarið kemur mánadagin

Mánadagin lendir farmaflogfelagið hjá FarCargo í Vágum á fyrsta sinni

Í næstu viku lendir fyrsta føroyska farmaflogfarið í Vágum. Tað er flogfarið Eysturoy hjá farmaflogfelagnum FarCargo, sum Bakkafrost er høvuðseigari í.

Flogfarið skal flúgva laks hjá Bakkafrost millum Vágar og Newark flogvøllin uttan fyri New York.

Farmaflogfarið er eitt Boeing 757-200 flogfar frá 2001, sum hevur flogið fyri American Airlines øll árini. Flogfarið er umbygt og klassað til farmaflogfar og tekur 34 tons av farmi ella í alt 230 rúmmetrar. Motorarnir eru av merkinum Rolls Royce.

Flogfarið er vælútgjørt, og hevur m.a. orkusparandi veingja-spíssar, nýmótans navtiska RNP 0.13 tøkni, sum væntandi eftir nakrar mánaðir kann nýtast til innflúgving í Vágum. Flogfarið hevur harumframt møguleika at køla farmin undir flutningi.

 

##med2##

FarCargo hevur samstarvsavtalu við svenska felagið West Atlantic Sweden AB, sum kemur at hava flogloyvið um hendi. FarCargo kemur eftir ætlan seinni at fáa sítt egna flogloyvi.

Fyrstu tíðina kemur flogfarið at flúgva í Evropa, fyri at flogmanning og teknikarar kunnu venja seg við flogfarið, umframt at øll neyðug loyvir hjá flogmanning koma upp á pláss.

Flogið verður úr Vágum, umvegis Keflavík til Newark í New Jersey, og síðani aftur til Føroya, umvegis Billund. Byrjað verður við fáum vikuligum fráferðum, men ætlanin er at økja til fleiri vikuligar fráferðir.