Konsertin við Thomas Anders skuldi upprunaliga vera klokkan 22, men er flutt eitt korter til klokkan 22:15.
Hetta kemst av móttøkuni fyri KÍ á fótbóltsvøllinum kl. 21:30, skrivar Summar Festivalurin á Facebook.
Modern Talking var ein av stóru poppbólkunum í 80`unum. Eisini her á landi vóru sangir sum "You're My Heart, You're My Soul", "Cheri Cheri Lady", "Brother Louie", "You Can Win If You Want", "Geronimo's Cadillac" sera væl umtóktir.
Dieter Bohlen og Thomas Anders mannaðu bólkin Modern Talking. Í 2003 gavst bólkurin, men Thomas Anders helt fram við solokarrieru og hevur síðan tá spælt konsertir allastaðni kring knøttin.
Klokkan 22:15 sleppa føroyingar á fyrsta sinni, at uppliva hittini live í Føroyum