Gareth Southgate var landsliðsvenjari hjá enska A-landsliðnum millum 2016 og 2024.
Við enska landsliðnum vann hann EM-silvur, bæði í 2021 og 2024. Í 2018 rakk Ongland hálvfinaluna í HM-endaspælinum í Russlandi.
Fyri síni avrik við enska landsliðnum er Southgate nú sligin til riddara, og verður framyvir nevndur Sir Gareth.
Millum hinar, ið Charles kongur slær til riddarar eru sjónleikarin, Stephen Fry og borgarstjórin í London, Sadiq Khan.
Gareth Southgate er ikki í starvi sum venjari í løtuni.