Misjavnur fiskiskapur eftir svartkalva og havtasku

- Trolbátarnir, sum fiska norðanfyri, hava brúkiligan fiskiskap, og teir koma allir inn at landa í næstu viku.

 

Í løtuni fiska fimm partrolarapør upsa og annað hvítfisk, men fiskiskapurin er einki serligur.

 

Tvey partrolarapør eru eisini á gulllaksaveiði. Vertíðin byrjaði í apríl og verður skjótt liðug.

 

Av djúpvatnstrolarunum fiska tveir blálongu og hava brúkiligan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

 

Í løtuni eru fýra av teimum smáu trolbátunum norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski.

 

- Trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskap, og teir koma allir inn at landa í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Fiskiskapurin er misjavnur.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.