Kring allan heim er lívmargfeldið undir trýsti av mannavirksemi og veðurlagsbroytingum.
Lívfrøðiligt tilfeingi hevur avgerandi týdning fyri Føroyar, sum fær størsta partin av landsins inntøkum úr sjónum. Burðardygg nýtsla av náttúrutilfeinginum er tí alneyðug fyri fíggjarliga støðufestið hjá okkum. Vit mugu liva í samljóði við náttúruna fyri at tryggja, at vit ikki skaða hana.
Føroyar hava bundið seg til altjóða avtalur so sum sáttmálan um lívmargfeldi (the Convention on Biological Diversity) og ST-skránna 2030, sum leggja dent á at verja lívmargfeldið.
Genetiska margfeldið er ein týðandi partur av lívmargfeldinum, tí tað er grundarlagið undir margfeldinum bæði í einum slagi og millum sløg. Til dømis hava fleiri djórasløg undirpopulatiónir (stovnar), ið hava ymiska genetiska samanseting. Fyri at varðveita alt tað genetiska margfeldið hjá einum slagi, er umráðandi at kenna stovnsbygnaðin hjá slagnum.
Sild er ein fiskur har ílegugransking hevur víst, at ymiskir stovnar hava ymiska genetiska samanseting. Hendan vitanin er umráðandi at hava við, tá sildastovnarnir skulu umsitast burðadygt. Líknandi gransking verður nú gjørd við føroyskum toski, havnebbasild og gulllaksi.
Granskarar á Fróðskaparsetri Føroya og Havstovuni hava útgivið eina grein í vísindaliga tíðarritinum NPJ Biodiversity, og hon vísir, hvussu genetikkur kann stuðla burðardyggari nýtslu og vernd av náttúruni. Fleiri dømi í greinini eru úr føroysku náttúruni og fiskivinnuni.
Fleiri heimsumfatandi verkætlanir arbeiða við at kortleggja genom hjá øllum lívverum til frama fyri lívmargfeldisgransking. Sum til dømis European Reference Genome Atlas, har umleið 1000 granskarar úr øllum Evropa arbeiða saman. Føroyar luttaka í hesum arbeiði við verkætlanini Genome Atlas of Faroese Ecology (Gen@FarE), sum hevur trý høvuðsmál:
1. At kortleggja genomið hjá øllum føroyskum eukaryotum
2. At finna genetiska fjølbroytnið, serliga í vinnuliga nýttum lívverum, fyri at betra um umsitingina
3. At stovna ein alment atkomuligan dátugrunn við myndum og lýsingum av føroyskum lívverum, sum eisini knýtir seg at einum borgaravísinda-dátugrunni, har fólk kunnu skráseta sínar eygleiðingar
Genomarbeiðið verður gjørt í samstarvi við leiðandi granskingarbólkar sum Tree of Life-verkætlanina og Yggdrasil-sekvenseringsmiðstøðina. Núverandi verkætlanir fevna um kortlegging av gulllaksi (Argentina silus), havnebbasild (Ammodytes marinus) og føroyskum toski (Gadus morhua).
Hetta arbeiðið fer at geva okkum betri innlit í føroyska lívmargfeldið og stuðla burðardyggari nýtslu av náttúrutilfeinginum. Við í verkætlanarsamstarvinum eru eisini Tavan, Havstovan, Norwegian Marine Research Insititute, Icelandic Marine and Fresh Water Research Institute, DTU Aqua, Spanish Institute of Oceanography og Greenland Institute of Natural Resources.
Nýggja greinin í NPJ Biodiversity eitur A Faroese perspective on decoding life for sustainable use of nature and protection of biodiversity og er ein av fleiri innleiðandi greinum frá ERGA verkætlanini.
Lesið greinina her.
Høvundarnir eru Svein-Ole Mikalsen, Jari í Hjøllum, Ian Salter, Anni Djurhuus og Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu.
Hinar innleiðandi greinarnar frá ERGA verkætlanini kunnu lesast her.
Í løtuni er verkætlanin fíggjað av Granskingarráðnum, Norðurlendska Ráðharraráðinum, Fiskivinnuroyndum, Føroyagrunninum, Tavuni og JFK Trol, umframt samstarvsluttakarum.