Gera nú tunnilsmunnan í Marknagili

Nú eru tey komin næstan hálvan veg við at spreingja Húsareynstunnilin

 

Og nú verður farið at skjóta marknagilsmegin.

Arbeiðið upp á Húsareynstunnilin gongur væl. Í mai varð farið at skjóta villingardalsmegin. Komið er 750 metrar við at bora inn í tunnilin. Tunnilin er tilsaman 1.700 metrar.  

Farið varð undir avgrevsturin oman fyri Marknagil í august. Grivið er fyri íbindingarvegnum niðan á Oyggjarvegin og fyri tunnilsmunnanum sjálvum. Borurin er eisini settur í til fyrsta skotið.

Vignast væl, verður liðugt at spreingja tunnilin um mánaðarskiftið januar-februar 2024.

 

##med2##

##med3##

##med4##