Tað er kendur siður, at Tivoli í Keypmannahavn skýtur fýrverk seint leygarkvøld. Soleiðis var eisini í gjárkvøldið, men tá fekk ein maður, sum var við at skjóta fýrverkið, skaða.
20 ára gamli maðurin varð brendur í fingrar og í háls, og hann varð koyrdur á sjúkrahús at fáa viðgerð fyri skaðarnar.
Í morgun boðar Tivoli frá, at tey fyribils gevast við at skjóta fýrverk.
Torben Plank, kunningarleiðari í Tivoli, sigur við Ritzau, at arbeiðsólukkan skal kannast, áðrenn tey fara at skjóta fýrverk aftur.
– Hetta er ein áminning um, at fýrverk skal handfarast við størstu virðing, sigur Torben Plank sambært Ritzau.
Ætlanin var annars, at Tivoli skuldi skjóta fýrverk hvørt leygarkvøld fram til 21. september.