Gist & Vist hevði metgott úrslit í fjør

– Tað skal gerast hugaligari at liva og vitja í Føroyum.

Tað er boðskapurin frá Gist & Vist, sum 2. mai hevði aðalfund við metgóðum roknskaparúrsliti. Aðalfundurin viðgjørdi millum annað almenna grannskoðaða ársroknskapin hjá felagnum fyri árið 2018. Gist & Vist fegnast um, at ársroknskapurin vísir eina góða framgongd á fleiri økjum og greiðir soleiðis frá støðuni:

 

  • Sølan er vaksin við 15% í mun til 2017. Av hesum er vøksturin í hotelvirkseminum 10% og vøksturin í matstovuvirkseminum 17%.
  • Ársúrslitið, 8,2 mió.kr. eftir skatt, er methøgt rakstrarúrslit hjá felagnum. Í mun til 2017 er úrslitið vaksið við góðum 10%.
  • Eginpeningurin og solitiditeturin hjá felagnum er eisini vaksin munandi. Við árslok 2018 er eginpeningurin góðar 49 mió.kr. og soliditeturin 23,6%. Samstundis hevur felagið í 2018 gjørt nýíløgur fyri kr 28 mió.
  • Í 2018 rindaði Gist & Vist í alt 62 mió.kr. í lønum til í alt 898 løntakarar, svarandi til 189 ársverk í miðal fyri árið. Av samlaðu lønarupphæddini eru 34 mió.kr. goldnar til tímaløntum. Gist & Vist hevur í løtuni 27 lærlingar í starvi.
  • Deildarkervið hjá felagnum verður støðugt útbygt og nú á aðalfundardegnum hevur Gist & Vist 3 hotel, 15 matarstøð og 4 netsølur.
  • Matstovan KOKS varð tilnevnd 2 Michelin stjørnur, og tað er at fegnast um, bæði hjá Gist & Vist, men eisini føroysku ferðavinnuni og Føroyum sum heild. Gist & Vist vónar, at tað almenna skapar fortreytir fyri einum framhaldandi virksemi og menning hjá KOKS.
  • Gist & Vist er í 2018 farið undir útbygging av Hotel Føroyum. Hotelútbyggingin verður liðug í 2020 og verður Hotel Føroyar tá framhaldandi tað størsta hotellið í Føroyum við í alt 200 kømrum, góðum fundar- og veitsluhølum umframt matstovu.

 

Árið 2018 var eisini árið, har skjøtil varð settur á aðrar hotelbyggingar í Føroyum.

Føroyska ferðavinnan sum heild er í støðugari menning og tað er at fegnast um. Við teimum útlitum, sum eru fyri einum áhaldandi vøkstri í føroysku ferðavinnuni, eru góðar vánir fyri, at øll hotel í Føroyum fáa nóg mikið av gistingum og inntøkum.

##med2##

Gist & Vist fegnast um, at ferðavinnumøguleikarnar vaksa í Føroyum og bjóðar øðrum

aktørum á hotelmarknaðinum vælkomnum í tann mun, at kappast verður á jøvnum føti. Føroyska ferðavinnan kappast í roynd og veru fyrst og fremst við ferðavinnuna í øðrum londum. Tí er umráðandi, at tað almenna skapar bestu fortreytir fyri føroyskari luttøku í altjóða kappingini.

Sum dømi átti tað almenna at givið føroysku matstovuvinnuni betri fortreytir fyri at keypa vín og rúsdrekka beinleiðis frá framleiðarunum. Ein slíkur møguleiki lækkar ikki avgjøldini, sum goldin verða tí almenna fyri vín og rúsdrekka, men gevur betri vinnumøguleikar grundað á munadyggari handilsfortreytir og -møguleikar hjá vinnuni.

Útlitini hjá Gist & Vist tykjast rímilig og fer felagið áhaldandi at gera sítt til at menna ymsu tænastumøguleikarnar, so tað gerst hugarligari at liva og vitja í Føroyum.