Gjald í tunlum avmarkar smidleikan hjá Bygdaleiðum

Men ítøkiligar ætlani eru um at gera broytingar á leiðini millum Havnina og Klaksvík

Tað sigur landsstýrisamðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Biritu Matras Petersen, sum herfyri hevði sæti á tingi sum varafólk fyri Javnaðarflokkin.

Hon spurdi soleiðis:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at økja túratalið á leið 401 hjá Bygdaleiðum?

2. Eru ætlanir um at endurskoða leið 400 hjá Bygdaleiðum?

Landsstýrismaðurin svarar, at tað eru ítøkiligar ætlanir um at gera tillagingar á leið 401 millum Tórshavn og Klaksvík umvegis Eysturoyartunnilin.

– Strandferðslan er tó í tí støðu, at sáttmálabundnar útreiðslur við bussveitarar gera, at verður koyrt oftari á leiðunum gjøgnum Eysturoyartunnilin, krevur tað hægri játtan, eitt nú til fleiri ferðaætlanartímar og hægri tunnilsgjøld, um tænastan á øðrum leiðum ikki skal skerjast. Tað er ein avbjóðing fyri Strandferðsluna, at almenna ferðslan hjá bygdaleiðum, sum fer gjøgnum gjaldstunlarnar, skal rinda fult gjald fyri hvønn buss, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

– Hetta avmarkar smidleikan munandi fyri at nýta eitt nú Eysturoyartunnilin til at betra tænastuna og koyritíðina millum samanbundnu økini, sigur hann.

Strandferðslan hevur nýliga útvegað sær eina nýggja planleggingarskipan. Skipanin verður klár at seta í verk tíðliga í 2025, og hon fer at gera tað munandi lættari at tillaga og broyta ferðaætlanir, eins og tað verður lættari at fáa effektivari rakstur á verandi leiðum.

Tillagingar skulu eisini gerast á ávísum leiðum millum Norðurøkið og Miðstaðarøkið, eins og á leiðum millum hesi øki og leiðirnar til Vestmanna og vestur í Vágar. 

– Leið 400 hevur í nógv ár verið mest nýtta farleiðin, og í dag eru 15 ymiskar bygdaleiðir bundnar saman við koyringini á hesi leið. Tí má nýggja planleggingarskipanin takast í brúk, áðrenn munandi broytingar kunnu fyrireikast og setast í verk, sigur landsstýrismaðurin.

– Tillagingar á leið 401 og á leiðunum millum Vesturøkið og Miðstaðar- og Norðurøkið verða raðfestar frammarlaga, og tí kunnu broytingar væntast á hesum leiðum komandi hálvárið, sigur landsstýrismaðurin, sum vónar, at hetta fer at betra tænastuna og at eggja ferðandi til at gagnnýta almennu flutningstænastuna á bygdaleiðum.