Í dag bórust deyðsboðini av Danjali av Rana, í Trongisvág. Hann var 95 ára gamal, nú hann andaðist.
Danjal av rana er væl kendur, bæði sum fakfelagsmaður og sum javnaðarmaður. Hann varð valdur í nevndina í arbeiðarafelagnum, Fylking, á Tvøroyri í 1970, hann stjórnaði løngjaldsstovuni hjá felagnum, og hann var formaður í felagnum frá 1982 til 1997.
Hann varð valdur í býráðið á Tvøroyri fyri Javnaðarflokkin í 1976 og sat fram til 2000, tá hann ikki stillaði uppaftur. Hann var borgarstjóri á Tvøroyri í átta ár frá 1984 til 1992.
Danjal av Rana búði nú á Suðuroyar Ellis og Røktatheimi, har hann trívist sera væl.
Fyri fimm árum síðani, tá ið hann fylti 90, hevði Sosialurin drúgva samrøðu við hann, har hann fortaldi, hvat tað var, sum kyndi fakfelagsneistan og javnaðarneistan í honum, longu tá ið hann var blaðungur. Myndirnar eru frá teirri samrøðuni
- - - - - -
Niðanfyri er samrøða, sum Sosialurin hevði við Danjal av Rana, tá hann fylti 90 ár í 2015:
Gløðandi sosialistur fyllir 90 ár:
EG GLEÐIST UM HVØNN NÝGGJAN MORGUN
Longu tá ið hann var óviti, rungaði fyri oyrunum á honum, at arbeiðarin skuldi eiga framleiðslutólini og longu tá varð lívsleiðin hjá Dánjali av Rana mestsum løgd. Men at hann eisini skuldi gerast ein av fremstu lokalpolitikarum á Tvøroyri, var ikki við hansara góða vilja.
ÁKI BERTHOLDSEN
Eitt av teinum teimum barnaminnum, sum standa klárast í hansara minni enn tann dag, er, hvussu hart, eisini tey á Tvøroyri, vórðu rakt, tá ið virðisbrævamarknaðurin í Wall Street í New York rapaði saman í oktober í 1929.
Avleiðingin av tí var ein heimsumfatandi kreppa, sum eisini rakti hvørt heim á Tvøroyri. Og í barnaheiminum hjá Dánjal av Rana, uppi undir Rananum í Trongisvági, var tað eisini dagligt samrøðuevni.
– Longu tá ið eg var óviti rungaði í oyrunum á mær, at einasta gongda leiðin var, at arbeiðarin sjálvur átti framleiðslutólini, og tók ræðið á teimum, sigur hann.
Týsdagin fyllir hann 90, og hann dylir ikki fyri, at hann hevur verið gløðandi javnaðarmaður alt lívið. Og hann ivast ikki í, at tað var longu tá, í óvitaárunum, at áhugi hansara fyri samfelagsviðurskiftum, varð vaktur.
Og síðani hevur tað verið hesin brennandi áhugin fyri samfelags viðurskiftum, sum hevur skapt mannin, hóast hann eisini onkuntíð kom at ganga øðrvísi leiðir, enn hann hevði ætlað.
Nú situr hann í lívskvøldi sínum í heiminum í Trongisvági, har hann hevur búð við familjuni síðani fyrst í fimmtiárunum. Og hann kundi ikki hugsað sær at búð nakra aðrastaðni.
– Hvønn morgun, eg latið eyg uni upp, er Oyrnafjall beint fyri vindeygað, og tað er tað fyrsta eg síggi. Og tá ið eg stígi fram á gólv, og hyggi vestureftir, standa Gluggarnir, hægstu fjallatindar í Suðuroy, fyri mær, og undir mær liggur dalurin.
##med2##
Nú Dánjal av Rana fyllir 90 týsdagin hevur hann eyðvitað verið pensjóneraður í nøkur ár. Men hann helt kortini á at arbeiða longri enn tey flestu, tí hann var heili 75 ár, áðrenn hann bant frið. Tó so, jørð hoyrir til húsið og hann hevur havt stóra fragd av at passa veðrar og annars at taka eina hond í við seyðinum.
Nýggjar tíðir
– Kreppan, sum skrædlið í Wall Street var startskotið til, rakti eisini hvørt heim á Tvøroyri, staðfestir Danjal av Rana. Hann sigur, at stóru fyritøkurnar, serliga tann hjá Mortensen, sum vóru álitið í býnum, fóru á heysin, og nógv fólk misti arbeiðið.
– Eg minnist at alt hjá Mortensensmonnunum varð selt á uppboði, krambúðirnar vórðu tømdar og jørðin fór sama veg. Og eg minnist, at vit stóðu og eygleiddu fólk, sum komu oman ígjøgnum hagan úr Fámjin, á veg á uppboðssølu, og bygdargøtan hjá teimum, sum komu úr Hvalba og Sandvík, gekk beint ígjøgnum túnið hjá okkum. Eisini brøður Dánjals lógu framvið eftir at keypa jørð, og soleiðis kom fitt av jørð í húsið.
Hann minnist eisini prátið heima við hús, har pápin var eldhugaður javnaðarmaður. Niðurstøðan í prátinum var, at nú skuldu tað vera nýggjar tíðir, har fólkið skuldi sjálvt skuldi fáa ognarrættin til framleiðslutólini.
Í hesari hugsjónini vóru virki stovnað og skip útvegað. Men so kom kríggið, og tað broytti rættiliga nógv. Tær ringu tíðirnar í tríatiárunum vóru av, og nógv tjentu rættiliga fitt av pengum undir krígnum.
Dánjal av Rana sigur, at heima hjá teimum vóru tey ikki ringast fyri, tí pápin var smiðjur og hevði arbeiðið ein stóran part av tíðini. Men tey vóru 10 systkin, so húsið var tungt kortini.
Hann ivast ikki í, at alt hetta hevur g jørt sítt til at kynda uppundir sosialistisku hugsjónina, hann hevur havt alt lívið. Hann varð eisini vaktur, av tí, hann hevði hoyrt um stríðið hjá fakfeløgunum fyri kontantinum.
Fyrr fingu arbeiðsfólk ikki lønina rindaða í pengum, men máttu keypa vørur fyri hana frá keypmanninum. Men so fóru fakfeløgini at krevja lønina rindaða í reiðum pengum fyri ikki at vera stavnsbundin av keypmanninum.
Tað var eitt ótrúliga hart stríð, har arbeiðsgevarar ongan spardi fyri at forða fyri, at fakfeløgini fingu sín vilja. Menn vóru settir á svartalista og fingu ikki arbeiði nakrastaðni, so nógvastaðni var hungur og hall. Men fakfeløgini góvust ikki og fingu at enda sín vilja.
Men fyri at tryggja, at fólkið fekk løn í pengum, skuldi arbeiðsgevarin rinda fakfelagnum allar lønirnar, og so skipaði fakfeløgini eina løngjaldsstovu, har hvør sær kom eftir sínari løn.
Sostatt setti Arbeiðsmannafelagið, Fylking, løngjaldsstovu á stovn á Tvøroyri í 1934 og hon varð ikki niðurløgd fyrrenn í 1997. Tá var tíðin farin frá teimum, tí tá høvdu vit fingu kelduskatt og øll løn skuldu rindast ígjøgnum ein peningastovn.
Dánjal av Rana sigur, at hann var rættiliga ungur, tá ið hann fór at ganga á fund hjá Javnaðarflokkinum, og tað var heilt skjótt, at Petur Mohr Dam skeyt hann upp til nevndarlim í felagnum. Og úrslitið varð, at hann varð valdur, sigur Dánjal av Rana.
Umframt at vera politisk virkin, hevur Dánjal av Rana eisini verið virkin í fakfelagsrørsluni. Í 1970 varð hann valdur til nevndarlim í arbeiðsmannafelagnum, Fylking og síðani fekk hann litið upp í hendurnar at stjórna løngjaldsstovuni hjá felagnum, eins og hann varð formaður í Fylking í fleiri ár, frá 1982 til 1997.
Ímóti mínum vilja
Eitt er, at Dánjal av Rana var virkin í Javnaðarflokkinum og í fakfelagsrørsluni. Men tað er ikki minst sum kommunustýrislimur, og borgarstjóri á Tvøroyri, at hvørt mansbarn mundi kenna hann.
Men tað var ikki við hansara góða vilja, at hann yvirhøvur fór upp í kommunupolitikk. Eg hevði ongantíð skonkt tí ein tanka, at eg skuldi stilla upp á kommunustýrisval. Men tá ið Javnaðarflokkurin skuldi stilla upp til kommunustýrisvalið á Tvøroyri í 1976, varð eg spurdur um eg vildi vera á listanum.
– Eg førdi valstríð fyri Javnaðarflokkin og hevði onnur størv, og eg helt, at tað var ivaleyst. So eg mótmælti til tað síðsta, men eg varð settur á listan kortini – og varð eisini valdur.
– Soleiðis endaði eg í býráðnum, og har varð eg sitandi í 24 ár, heilt til 2000, tá ið eg var 75 ára gamal, og legði frá mær. Men eg kann ikki siga, at eg havi verið íðin at føra valstríð fyri meg sjálvan, tí eg havi aldrin biðið nakran velja meg. Men onkra hissini valgrein, tað skrivaði eg kortini, sigur hann.
Av teimum 24 árunum, Dánjal av Rana var kommunustýrislimur á Tvøroyri, var hann borgarstjóri í átta ár, frá 1984 til 1992.
##med3##
Eitt ódnartak
Hann sigur, at tað var ein øgilig menning á Tvøroyri í seksti, sjeyti og áttatiárunum, bæði á sjógvi og landi, og skiftandi býráð tey árini, løgdu nógv fyri.
Eitt tað størsta ódnartakið var at stovna flakavirki í bygdini. Grundstykkið til flakavirkið varð fylt upp og slættað longu mitt í sekstiárunum, áðrenn eg nakrantíð kom upp í kommunalpolitikk. Tá koyrdi eg gravkúgv fyri Landsbyggifelagið og tað var eg, sum legði fyrsta steinin í grundstykkið, sum flakavirkið seinni varð sett á, og annars fylti eg stykkið út og slættaði tað.
Eftir at grundstykkið var liðugt, stóð tað óbygt í fleiri ár, tí tað var lættari sagt enn gjørt at reisa pening til at byggja eitt flakavirki. Tað stóra takið var at reisa partapeningin, sum skuldi vera minst 10 prosent av byggikostnaðinum. Annars kundu 60 prosent fáast í láni, og landið læt eisini 30 prosent í studningi.
Dánjal av Rana sigur, at í hesum sambandi tóku tvørafólk eitt risatak. Fakfeløgini vóru við til at reisa eginpeningin og tey settu pening í flakavirkið. Eisini arbeiðsfólk offraðu nógv fyri at skapa arbeiðspláss í bygdini og í eini átta ár lótu tey tvey prosent av lønini at seta í vinnulívið, og somuleiðis var farið hús úr húsi at fáa fólk at seta pening í virkið.
Men kommunan varð størsti partaeigari. Tilsamans var partapeningurin góðar 4,3 milliónir og av teimum hevði kommunan sett helvtina í virkið. Hugsjónin var at vit vit skuldu seta so mikið av partapengum í virkið, at tað skuldi vera nóg sterkt til at tola bæði tvey og trý fíggjarlig óløgi.
Í 1975 stóð flakavirkið liðugt, og sama ár varð nýggjur skúli eisini bygdur á Tvøroyri. Men so varð eftir at tryggja flakavirkinum fisk at arbeiða, og í tí sambandi fóru vit í samstarv við Mortan Johannesen – hann sjálvan, sum nú er býarmynd í Vágsbotni, har hann dagliga stendur og selur fiskavørur av ymsum slagi.
Eisini í hesum førum vóru privatfólk, og fakfeløg við, og úrslitið var, at trolarin, Suðringur, varð bygdur í 1977. Síðani settu kommunan, einstaklingar, og fakfeløg, eisini pening í Rankan, umframt at aðrir útgerðarmenn eisini bygdu skip, har kommunan eisini settu pening í onkran av teimum.
Av tí, at Dánjal av Rana var borgarstjóri í árunum frá 1984-1992, var hann eisini nevndarformaður í fleiri vinnuligum partafeløgum, har hann sostatt umboðaði borgaran á Tvøroyri.
– Tað fegnist er um nú á gamalsaldri, tí tað taki eg sum eina álitisváttan frá fólkinum, sigur hann.
Ongin ivi
– Nógvastaðni var mótstøða ímóti, at kommunan setti pening í vinniligt virksemi. Men eg havi ongantíð ivast í um at tað var tað einasta rætta at gera. Tí varð tað ikki gjørt, hevði virksemi aldrin tikið seg upp á Tvøroyri. Og fyri meg var tað púra sjálvsagt, at kommunan setti pening í vinnu ligt virksemi, tí eg minnist alla tíðina til tað, eg hoyrdi so oftani í barnaárunum um fólksins ognarrætt til framleiðslutólini.
– Eitt dømi, hann minnist um tað er tá ið Rankin varð bygdur og eg haldi, at tað, hann fiskaði, og legði upp á Tvøroyri, kom bæði tvørafólki, fakfeløgum, og kommununi aftur til góðar, soleiðis fingu tey avkast av tí, sum varð sett í hann.
Men Dánjal av Rana ásannar eisini, at sum frá leið, gekk ikki sum ætlað, tí í kreppuni fyrst í nítiárunum fóru nógv virksemi á Tvøroyri av knóranum aftur, saman við restini av Føroya landi.
– Í tí sambandi varð skuldin hjá øllum kommunum í landinum gjørd upp, og hon var heilar tveir milliardir í 1994, og tað var 25 prosent hægri enn nøkur ár frammanundan. Samstundis vóru inntøkurnar hjá kommunum lækkaðar 16 prosent tey seinastu árini.
Hetta var støðan, hóast fleiri kommunur høvdu hækkað skattaprosentið. Tá átti Tvøroyrar Kommuna átta prosent av kommunuskuldini, sigur Dánjal av Rana. Og tí er hann ikki samdur við teimum, sum siga, at hetta koyrdi Tvøroyrar Kommunu á heysin.
– Tvøroyrar Kommuna var ikki verri fyri enn aðrar kommunur, sum einki høvdu sett í vinnulívið.
Hinvegin vildi býráðið ikki góðtaka at skattaprosentið varð hækkað upp um 17 prosent, men seinni varð tað kortini hækkað upp í 23 prosent, tá ið Tvøroyri varð við í kommunala grunninum um skuldina í nítiárunum.
– Harafturat var tað skjótt, at samstundis sum at tíðirnar fóru skjótt at batna aftur, og kommunan kundi rinda skuld aftur. Men ein orsøk til, at skuldi hjá Tvøroyri varð stór, var eisini tann at nýggi skúlin, og ítróttarhøllin í Trongisvági, g jørdust nógv dýrari enn ætlað.
– Nú eru aftur nýggjar tíðir á Tvøroyri. Áðrenn gøtumenn komu við Varðanum, var deydligt, men nú er lív komið í aftur, so tað var gott fyri okkum, at fáa eitt so stórt felag til býin.
– Nú verður nógv tosað um, hvussu stórt avlop, hesi virkini hava. Men vit vita av egnum royndum, hvussu stóran týdning tað hevur at leggja upp fyri til verri tíðir, tí vinnulív er øgiliga ótrygt, og tað gongur upp og niður, sigur Dánjal av Rana.
Gongur skjótt
Danjal av Rana ásannar, at nú hann er komin upp í árini, er tíðin farin at ganga skjótt. Hann tekur so nógv lut í seyðabrúkinum longur, tí konan fekk eitt bakkast fyri nøkrum árum síðani, og er fyri ein part óhjálpin.
– Men eg føli meg so mikið sterkan, at vit klára okkum við einum sindri av heimahjálp morgun og kvøld.
– Eg eri komin væl upp í árini, og havi fingið longri tíð her á foldum, enn nógvum øðrum er unt. Men eg havi nógv at takka fyri, tí eg eri vælsignaður við eini góðari heilsu. Eg føli meg yvirhøvur ikki sum ein 90 ára gamal, og eg gleðist um hvønn nýggjan morgun, sigur Dánjal av Rana.