Gongdin hevur verið betri enn tað var roknað við

Felags fyri 07 Vestur og HB er, at úrtøkan í landskappingini higartil hevur verið størri, enn tað frammanundan varð roknað við

25. juni í fjør var stórur fótbóltsdagur í Vágum. HB var gestur á Dungasandi, og gestirnir noyddust aftur suður í høvuðsstaðin við 2-1 tapi. Ta ferðina var Rúni Gaardbo dómari, og hann verður aftur dómari í kvøld, tá ið HB verður gestur á Dungasandi.

 

Felags fyri 07 Vestur og HB er, at tað higartil í ár hevur hilnast betur, enn tað undan kappingarbyrjan varð roknað við.

 

HB er næstfremst við 15 stigum, og 07 Vestur er á fimta plássi við 11 stigum.

 

Í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið var tað misjavnt, hvat spurdist burturúr. HB vann fínan 3-2 sigur í Klaksvík, og 07 Vestur legði rygg til 5-0 tap við Margáir.

 

Hjá HB hevur Emmanuel Agyeman Duah bíðað eftir, at loyvini skulu koma upp á pláss, og higartil hava Sammy Skytte, Ári Mohr Jónsson og Magnus Holm Jacobsen, sum í fjør spældi við 07 Vestur, verið skaddir.

 

Tveir av útlendsku spælarunum, sum hava víst seg at vera hollir, eru skaddir. Teir eru miðverjin og verjukendi miðvallarin Magnus Isager og vongverjin í høgru Kevin Egell-Johnsen.

 

07 Vestur – HB: Rúni Gaardbo kl. 18.00.