Grønland er til reiðar at fara at tosa við USA, sum við Donald Trump forseta á odda hevur havt góðan huga á landið seinasta mánaðin.
Men tað eru framvegis grønlendingar, sum stýra síni egnu lagnu.
Tað segði landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede, fyri løtu síðani á tíðindafundi í Nuuk.
- Land okkara og fólk okkara eru tey, sum skulu gera av, hvat skal henda.
- Onnur kunnu ikki gera av, hvat vit fara at gera. Onnur lond kunnu ikki gera av, hvat vit fara at gera, sigur hann.
Grønlendski sjálvstýris- og uttanríkisráðharrin, Vivian Motzfeldt, sigur, at Grønland fer at venda sær til USA.
Múte B. Egede hevur seinasta mánaðin endurtikið sín boðskap í fleiri frábrigdum um, at Grønland ikki er til sølu.
- Vit vilja ikki vera amerikanarar, og vit vilja heldur ikki vera danir. - Vit vilja vera grønlendingar, segði stjórnarleiðarin í farnu viku, tá samrøðan var við hann á amerikonsku sjónvarpsstøðini Fox News.
Donald Trump, sum fyrstu ferð luftaði tankan um at keypa Grønland í 2019, hevur ikki áður sagt seg ikki vilja vísa aftur, at hann kann brúka hermegi til at amerikanskt ræði og ognarrætt yvir Grønlandi.
Útsagnir hansara vórðu seinni tónaðar nakað niður av J.D. Vance, sum varð innsettur sum varaforseti í gjár.
Donald Trump nevndi ikki sínar grønlendsku ætlanir, tá hann helt sína setanarrøðu í gjár, men hann varð seinni spurdur um málið.
- Grønland er eitt frálíkt stað, og vit hava brúk fyri tí fyri at tryggja altjóða trygd, sigur Trump.
Múte B. Egede er á tíðindafundinum spurdur, hvat hann sigur við borgarar, sum eru ørkymlaðir um útsøgnirnar frá Donald Trump.
- Sjálvandi er tað, sum er heint, ørkymlandi.
- Tað er skilligt, at tað elvir til órógv, men tað er umráðandi at mæla til frið, sigur hann, sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq.AG.
/Ritzau/