Gunnar Vatnhamar legði upp til mál í heimasigri

Víkingur Reykjavík er nú langt fremst

Gunnar Vatnhamar spældi sum vant allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík á heimavølli á Víkingsvøllinum spældu grannauppgerð móti Fram.

 

Tað eydnaðist Víkingi at vinna dystin 2-1.

 

Gunnar átti næstseinasta fótin, og legði hegnisliga inn fyri til Valdimar Þór Ingimundarson, ið legði Víking á odda 1-0 í 20. minutti. 

 

Seks minuttir undan steðginum økti Danijel Dejan Djuric til 2-0. 12 minuttir inn í seinna hálvleik minkaði Fram um munin til 2-1, men nærri komu framararnir ikki.

 

Víkingur Reykjavík er nú fremst í deildini við 33 stigum. Teir eru sjey stig frammanfyri Breiðablik, og átta stig frammanfyri Val, ið tó hava leikt ein dyst færri.

 

Komandi mikukvøld klokkan 20.30 spælir Víkingur hálvfinalu í steypakappingini móti Stjörnuni.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:LUJTMörk+/-Stig
1Víkingur Reykjavík14103134:142033
2Breiðablik1382327:151226
3Valur1374232:181425
4ÍA1262424:17720
5FH1262422:21120
6Fram1344519:20-116
7Stjarnan1351724:28-416
8KR1234522:24-213
9HK1241715:23-813
10KA1232719:28-911
11Vestri1231815:31-1610
12Fylkir1222818:32-148