H71 sleppur at spæla evropeisku dystirnar í Hoyvíkshøllini

A.C. Paok verður mótstøðuliðið 15. og 17. november

H71 skrivar á Facebookvanga sínum:

 

EHF hevur boðað H71 frá, at Hoyvíkshøllin nú er góðkend  til Europa Cup dystir. 

Hetta merkir, at kvinnurnar hjá okkum spæla Europa Cup dystirnar móti A.C. PAOK úr Grikkalandi á heimavølli.

Dystirnir verða spældir fríggjakvøldið 15. november og sunnukvøldið 17. november, báðir kl. 19.00 í Hoyvíkshøllini. A.C. PAOK er eitt kent og sterkt lið úr Grikkalandi, við eini langari søgu innan hondbólt. Liðið hevur vunnið fleiri meistaraheiti og er kent fyri sítt sterka verjuspæl og ágrýtnu leikarar. Hetta verður ein avbjóðing fyri okkara kvinnur, men vit hava ein møguleika at vinna, serliga um høllin verður full av viðhaldsfólki.

Setið tí kross í kalendaran hesar dagar. Tað hevur nógv at siga fyri okkara kvinnur, at hava nógv viðhaldsfólk í høllini, og vit eru vís í, at við fullari høll kunnu vit skapa eina góðan stemning og tí vinna hesar týdningarmiklu dystir.

 


Skrivar H71.